1875.10 - Samtíð og bókmentir í 1940-árunum


Skeiðsnummar
1875.10
Heiti
Samtíð og bókmentir í 1940-árunum
ECTS
10
Endamál
At kanna sambandið millum samtíð og bókmentir ástøðiliga og søguliga.
Innihald
Sambandið millum samtíð og bókmentir verður kannað við einum meldurkendum tíðarbili, eindømi viðvíkjandi ræðuleika, sum dømi. Í Føroyum eins og aðrastaðni standa 1940-árini í tekninum hjá seinna heimsbardaga. Í hvussu stóran mun vóru bókmentirnar í bardagaárunum framhald av tíðini frammanundan og í hvussu stóran mun vóru tær nýbrot? Helt tað, sum byrjaði í 40-árunum, fram í 1950-árunum ella var tað avmarkað til stríðsárini? Hugt verður at, hvussu tær søguligu umstøðurnar ávirkaðu tað, ið varð skrivað og útgivið í Føroyum og millum føroyingar í Danmark, hvussu ymisk tekstsløg eru umboðað og hvussu bókmentaalmennið virkaði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skipað við lærara- og studentaframløgum. Studentarnir arbeiða sjálvstøðugt við at kanna og leggja fram vald evnir.
Próvtøkuháttur
Frí ella bundin heimauppgáva.
Lestrarlisti
Fyribils verður víst á: Annelise Ballegaard Petersen, “Periode” í Om litterære metoder ot perspektiver. 2003: 230-247 LJÓSTAK. H.G. Gadamer, “Tidsavstånd, verkningshistoria och tillämpning i hermeneutiken” í Modern litteraturteori. 1993: 342-363.LJÓSTAK. Søguligar heimildir: K. Didriksen: Kærleiki undir krígnum 1997. Bumbur yvir Føroyar. Føroyar undir enskari herseting 1946. J. Joensen: Víkingasynir. Úr sjómannsins søgu í krígstíðini. 1946. Bókmentatekstir: Aldan ( juni-desembur 1940). Sydney Norgate: “Kanska” or the Land of Maybe 1943 (14 bls). William Heinesen: Den sorte gryde 1949. Fríðrik Bláhamar: Ein vandaferð 1952.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir