1872.09 - Regin Dahl sum nýbrotsskald


Skeiðsnummar
1872.09
Heiti
Regin Dahl sum nýbrotsskald
ECTS
5
Endamál
Skeiðið lýsir skaldið Regin Dahl, verk hansara og ta samtíð og tær ávirkanir, sum hava týdning fyri skaldskapin.
Innihald
Regin Dahl (1918-2007) hoyrir til tað ættarliðið av føroyskum yrkjarum, sum leggur frástøðu til tjóðskaparskaldskapin. Málsliga gongur hann nýggjar leiðir, og innihaldsliga eru yrkingarnar nýggjur miðil í samspæli við ein størri umheim og við onnur endamál.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður skipað við fyrilestrum, næmingaframløgum og umrøðu.
Próvtøkuháttur
Frí ella bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir