1874.10 - Skaldsøgurák 1960-2000 í norðurlendskum høpi


Skeiðsnummar
1874.10
Heiti
Skaldsøgurák 1960-2000 í norðurlendskum høpi
ECTS
10
Endamál
við skeiðnum er tvíbýtt: Tað er at venja skriving um skaldskap, t.e. at skriva greinandi, nýta hóskandi bókmentafrøðilig hugtøk og ástøði og vera tilvitað/ur um arbeiðslag. Hitt endamálið við skeiðnum er at lesa og greina skaldsøgur. Tær eru umfatandi tekstir, ið gera tað neyðugt gjølliga at avmarka og velja, hvat viðgerast skal. Fortreytir fyri skeiðið er góður kunnleiki um greiningarhugtøk og um skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen, William Heinesen, Gunnar Hoydal, Oddvør Johansen, Marionnu Debes Dahl, Bergtóru Hanusardóttir og Carl Johan Jensen. Tær verða bornar saman við skaldsøgurák í norðurlendsku grannalondunum, og lisið verður eitt hóskandi úrvald skaldsøgum haðani. Tann skrivligi parturin av skeiðnum verður umfatandi – sí undir døming.
Innihald
Undirvísingin verður skipað við lærara- og studentaframløgum um skaldsøgur og bókmenta¬frøðiligar spurningar. Bólkaarbeiðið um skrivitilgongdina: 1. Øll taka virknan lut í orðaskiftunum gjøgnum alt skeiðið við at seta fram sjónarmið og spurningar bæði til tað lisna, til tað, sum lærar¬in leggur fram, og til tað, sum studentarnir leggja fram. 2. Munnligar framløgur við úthendi, PowerPoint ella øðrum, antin einsæris ella í bólki. Framløg¬urnar styðja og fyrireika ávegisfrágreiðingarnar um verk, ástøði og arbeiðslag, sum verða gjøgnum¬gingnar, soleiðis at tær kunnu mennast og gerast til ritgerðir, tá skeiðið endar. Tann skrivligi parturin umfatar úthendi til munnligu framløgurnar. 3. Ávegisfrágreiðingar (3-4 bls.) um verk, ástøði og arbeiðslag, sum verða latnar inn 2-3 ferðir gjøgnum hálvuna. Tær verða gjøgnumgingnar, soleiðis at tær kunnu mennast og gerast til ritgerðir, tá skeiðið endar. 4. Antin tvær stuttar skrivligar royndir í flokkinum í lestrarhálvuni ella ein í seinastu tímunum. Innlatnu ávegisfrágreið¬ingarnar, munnligu framløgurnar saman við vanligu luttøkuni í tímunum telja 2/3 í endaligu próvdømingini og endaliga ritgerðin 1/3.
Próvtøkuháttur
Skrivlig innanhýsis roynd í flokkinum og 3-vikur uppgáva.
Lestrarlisti
Reading list: Jens Pauli Heinesen, Tú upphavsins heimur, Frænir eitur ormurin or Á ferð inn í eina óendaliga søgu William Heinesen, Tårnet ved verdens ende Gunnar Hoydal, Undir suðurstjørnum Oddvør Johansen, Lívsins summar Marianna Debes Dahl, Faldalín Bergtóra Hanusardóttur, Burtur Carl Johan Jensen, Rúm and Ó, søgur um djevulskap Arthur Krasilnikov, Hvalens øje John Harstad, Buzz Aldrin hvad blev det av deg i mylderet Jens Paula Heinesen Tú upphavsins heimur, Frænir eitur ormurin ella Á ferð inn í eina óendaliga søgu William Heinesen Tårnet ved verdens ende Gunnar Hoydal Undir suðurstjørnum Oddvør Johansen Lívsins summar Marionnu Debes Dahl Faldalín Bergtóru Hanusardóttir Burtur Carl Johan Jensen Rúm og Ó, søgur um djevulskap Arthur Krasilnikov Hvalens øje John Harstad Buzz Aldrin hvad blev det av deg i mylderet
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir