1881.10 - Kvæðauppskriftir í Hentzes savni


Skeiðsnummar
1881.10
Heiti
Kvæðauppskriftir í Hentzes savni
ECTS
10
Endamál
Endamálið við lestrarevninum er at viðgera málformin í einum einstøkum kvæðahandriti og lýsa hann úr ymiskum sjónarhornum. Ein høvuðsdenturin fer at verða lagdur á at lýsa bygdarmáls-eyðkennini í tekstunum, serliga ljóðliga (fonologiskt) og formliga/bendingarliga (morfologiskt). Eisini verður litið at tekstunum sum málsøguligum heimildum, eitt nú við at samanburður kann verða gjørdur millum málið í eldri og yngri kvæðum í handritinum.
Innihald
Millum teir fyrstu at fara undir at festa føroysk kvæðir á blað var Jóannes í Króki á Sandi. Eftir at áhugin fyri kvæðunum hevði fest í millum lærdar menn í Keypmannahavn, vórðu J. H. Schrøter prestur í Suðuroy og Peter Hentze próstur á Sandi bidnir um at fáa uppskriftir til vega, og soleiðis fekk Hentze próstur Jóannes í Króki at fara undir uppskrivingararbeiðið. Hansara fyrsta handrit varð í 1819 latið Hentze, sum sendi tað til Keypmannahavnar, har tað kom at bera hansara navn, tá ið tað var latið Kongliga Bókasavninum og skrásett har undir savnsmerkinum Ny kgl. Samling 1954, 4to (síðan 1996 í varðveitslu á Føroya Landsbókasavni). Í handritinum eru 18 kvæðir, báði gomul og ung, við til samans umleið 1800 ørindum. Tvey ár seinri fór Jóannes í Króki undir at skriva Sandoyarbók (1821-31), men hana fara vit bara at umrøða stutt og bara í tann mun hon kastar ljós á Hentzes savn, tað sama við teimum mongu leysu uppskriftunum Hammershaimb fekk frá Jóannesi í Króki seinri í tíðini. Mælt verður til at studenturin ognar sær: M. A. Jacobsen: Úr bókmentasøgu okkara. 1921. (Emil Thomsen endurprentaði) Jóannes í Króki: Sandoyarbók I-II. Ljóðsøguligur inngangur eftir Mikjel Sørlie. Tórshavn 1968-82 Jóannes í Króki 200 ár. Fróðskaparrit 42. 1994.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer fram sum fyrilestrar og venjingar. Tekstirnir verða lisnir í stavrættari avskrift, men møguleiki er fyri at lesa brot í ljósprentaðum líki. Kravt verður, at studentarnir eru virknir og átaka sær avmarkaðar uppgávur, sum teir leggja fram í tímunum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.
Ábyrgd
Eivind Weyhe