1400.12 - Íslendskar miðaldarbókmentir: hugmyndir og formur (MA)
Skeiðsnummar
1400.12
Heiti
Íslendskar miðaldarbókmentir: hugmyndir og formur (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava lokið BA-nám í føroyskum
Endamál
At tey lesandi fáa innlit í og verða før fyri at skilja íslendskar miðaldarbókmentir í teirra søguliga høpi.
Innihald
Á skeiðinum fáast vit við nakrar lykiltekstir í norrønum miðaldarbókmentum, uppruna teirra, form og stíl, og serliga tó við tær hugmyndir sum í teimum birtast.
Miðað verður eftir, at øll hava lisið Hávamál, Laksdølu og Grettis søgu, men aðrir tekstir verða lagdir fram so hvørt (ella sendir frammanundan sum pdf-skjøl). Hesir tekstir verða nýttir til at umrøða hesi evni:
• Munnmentan og ritmentan
• Søgufrøði og skaldskapur
• Heidni og kristni
• Náttúra og yvirnáttúra
• Útlendskar fyrimyndir
• Kallar og konur
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur. Lesandi gera úthendi um avmarkað evni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Fyribils bókmentalisti:
Carol Clover: Regardless of Sex. Í: Speculum (1993) 68. Tøk á FMD fyri summarfrítíðina
Haki Antonsson. The Cross goes North. Í: Saga-Book (2005). Tøk á FMD fyri summarfrítíðina
Laksdøla søga og Grettis søga; Hávamál
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir