1403.12 - At ferðast og at skriva (MA)


Skeiðsnummar
1403.12
Heiti
At ferðast og at skriva (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava lokið BA-nám í føroyskum
Endamál
Við at lesa ástøðiligar tekstir um tekstsløg og við at viðgera ferðafrásagnir fáa tey lesandi innlit í tekstslagið ferðafrásøgn í bókmentasøguligum høpi. Hvat serligt er við ferðafrásagnum í mun til onnur sløg av teksti? Nær er ein tekstur ein ferðafrásøgn? Eru ferðafrásagnir yrkisbókmentir ella fagurbókmentir – ella bæði? Hvussu eru ferðafrásagnir partur av bókmentasøguskrivingini í Evropa? Hvussu kunnu ferðafrásagnir bólkast í bókmentasøgulig tíðarskeið? Hvussu eru ferðafrásagnir broyttar seinastu uml. 500 árini? Hví er stórur áhugi fyri ferðafrásagnum í dag?
Innihald
Skeiðið er skipað sum ein viðgerð av ástøðiligum spurningum um tekstsløg við serligum denti á, hvussu tekstslagið ferðafrásøgn á ymsan hátt verður skilmarkað í mun til t.d. skaldsøgu, ævisøgu, endurminningar o.s.fr. Við støði í hesum verða ferðafrásagnir lisnar og viðgjørdar. Kannað verður eisini, hvussu bókmentalig og heimspekilig rák síggjast aftur í ferðafrásagnum, t.d. verður spurt, hvussu tann ferðandi lýsir seg sjálva/n í mun til onnur, og hvussu tað heimliga og kenda verður lýst í mun til tað fremmanda og ókenda. Eitt høvuðsverk í viðgerðini verður ferðafrásøgnin Ferð mín til Jorsala (1957) eftir K.O. Viderø, men aðrar ferðafrásagnir verða eisini viðgjørdar.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraframløgur og framløgur frá lesandi. Harumframt verður skift í millum kjak í bólkum og felags kjak í plenum um serligar og frammanundan orðaðar spurningar.
Læruúrtøka
Tey lesandi hava við skeiðsenda ognað sær grundleggjandi innlit í, hvussu arbeitt verður við at skilmarka ymisk sløg av tekstum, og í hvønn mun slíkar skilmarkingar gera av, hvussu vit lesa tekstir. Harumframt hava tey fingið vitan um tekstslagið ferðafrásøgn og hava ognað sær bæði ástøðiligan og háttalagsligan førleika at arbeiða við ferðafrásagnum í bókmentasøguligum høpi.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Fyribils bókmentalisti – valdir tekstir og tekstbrot úr: Arne Melberg: Aesthetics of prose, 2008 Carl Thompson: Travel Writing, 2011 Johnny Kondrup: Levned og tolkninger, 1982 Paul Fussell: Abroad, 1980 Dennis Porter: Haunted Journeys, 1991 Louise Ebbesen Nielsen: Livets hvileløse rytme, 2011 Malan Marnersdóttir: “Á Suðurlandið”, In. Sýnisstubbar, 1994 Sigert O. Patursson: Sibirien i vore dage, 1901 Absalon Joensen: Min Jorsalsferd, 1926 K.O. Viderø: Ferð mín til Jorsala, 1957
Ábyrgd
Bergur D. Hansen