1407.13 - Eddukvæði – Vǫluspá (MA)


Skeiðsnummar
1407.13
Heiti
Eddukvæði – Vǫluspá (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava lokið BA-nám í føroyskum
Endamál
Skeiðið skal geva eina kunning um norrønan edduskaldskap – um aldur og uppruna, varðveitslu, stíl og ørindislag. Eddukvæðið Vøluspá verður gjølllisið.
Innihald
Eddukvæði kunnu eftir innihaldi sínum verða tvíbýtt: í gudakvæði og hetjukvæði. Frá gudakvæðunum í Eddu stavar tað mesta av vitan okkara um fornu ásatrúnna. Snorri hevur tey til høvuðsheimild um hana í Eddu síni. Fremst í eddusavninum stendur Vøluspá, sum er hitt mætasta av øllum gudakvæðunum. Flestir granskarar eru samdir um, at tað er yrkt í Íslandi stutt fyri ár 1000, tað ár, tá ið íslendingar tóku við kristindóminum. Evnið er sett fram sum ein sjón, ið berst fyri eina vølvu (spákonu). Hon sær um allan heim hjá jøtnum, gudum og monnum frá fyrsta upphavi og fram um heimsenda, sum teir nevndu ragnarøk, tá ið bæði gudar og menn skuldu farast og heimurin verða týndur. Lagnan, ið gudarnir noyðast at ganga undir, er ikki blind, men rættvís, tí at gudarnir hava gjørt seg sekar í misgerðum, og heimurin er spiltur. Jørðin verður reinsað í eldi og vatni, og ein gudur, ið øllum valdar, tekur við ræðinum yvir hini endurføddu jørðini. Tað er ivaleyst, at yrkjarin í hesum er ávirkaður av kristnum hugmyndum, men annars er kvæðið í heild síni heiðið, og hóast skaldið lýsir gudarnar við mestsum menniskjaligum lýtum og brekum, hevur hann kortini virðing fyri teimum. Gudarnir berjast til seinasta andadrátt sum hetjur við hinar óndu og myrku kreftirnar. Vit gjølllesa Vøluspá og lesa ritgerðir og greinir um tað.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraundirvísing og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Gera grein fyri aldri og heimstaði eddukvæðanna. Gera grein fyri norrønum ørindisløgum. Greina heiti og kenningar. Seta eddukvæði í samband við annan germanskan fornaldarskaldskap. Týða og tulka og gera málsligar viðmerkingar til alt kvæðið Vøluspá.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Sigurður Norðdal: Völuspá. Reykjavík 1952. Eddadigte I. Útg. Jón Helgason. Keypmannahavn 1964. Eddadiktning í Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder, bd. III. Síðst í hesi grein er víst til fleiri aðrar bókmentir. Afturat hesum verða greinir lisnar. Pensum: 1000 normalsíðir til samans.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen