1416.14 - Nýggjur føroyskur skaldskapur (MA)


Skeiðsnummar
1416.14
Heiti
Nýggjur føroyskur skaldskapur (MA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum við góðum úrsliti ella hava samsvarandi fortreytir. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir • ogna sær innlit í rák í føroyskum skaldskapi eftir 2010 • læra at arbeiða sjálvstøðugt og vísindaliga við nýggjum skaldskapi • læra at brúka viðkomandi ástøði í greiningum av nýggjum skaldskapi
Innihald
Skeiðið er skipað sum ein viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi í bundnum og óbundnum máli. Skaldskapur, sum er givin út seinastu 4-5 árini, verður lisin og greinaður. Spurt verður m.a., hvørji innihaldslig og formlig eyðkenni eru, og í hvønn mun hesi eyðkenni síggjast aftur í øðrum Norðurlondum. Við hugtøkum úr ástøðiligum tekstum verður serliga kannað, hvussu yrkjarar og rithøvundar blanda sjálvsævisøgu við list, hvussu ymisk tekstsløg verða blandað, og hvussu útgávur við skaldskapi verða blandaðar við aðrar listagreinir, t.d. tónleik og myndlist
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur og floksundirvísing
Læruúrtøka
Studentarnir ogna sær evni: • At greiða frá rákum í nýggjum føroyskum skaldskapi • At greina nýggjan føroyskan skaldskap vísindaliga og at brúka viðkomandi ástøði sum amboð • At viðgera og meta um rák í føroyskum skaldskapi í norðurlendskum høpi • At leita fram ástøðiligar tekstir og meta um ástøði og háttaløg at brúka í vísindaligari viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka, 4 tímar Til próvtøkuna eru øll hjálparamboð loyvd
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
John Frow: Genre (2008), s. 6-28, 51-71, 124-144 Eivind Tjønneland: Knausgård-koden (2010), s. 13-16, 31-44 Unni Langås: “Dikt på utstilling. Inne og ute”. In Modernisme i nordisk lyrik 6 (2013) Peter Stein Larsen: “Fra boglyrik til digital lyrik. Udviklingslinjer i aktuel nordisk lyrik”. In. Modernisme i nordisk lyrik 6 (2013) Stefan Kjerkegaard: “Eksemplets plads – om den selvbiografiske udsigelse i poesi” In. Modernisme i nordisk lyrik 5 (2012) Geir Farner: Hvor går grensen mellom litterær fiksjon og virkelighetsutsagn?” Norsk Litteraturvitenskapelig Tidsskrift nr. 1, årg. 13 (2010) Jon Helt Harder: “Performativ biografisme. Litteraturvidenskaben og det intime liv”, Kritik 167, (2004) Ager Albjerg: Fiktionens historiske sandhed eller sandhedens fiktionalisering. In Romanen og historia. Nordica, Helsingfors Universitet (2003) Jóanes Nielsen: Brahmadellarnir (2011) Katrin Ottarsdótttir: Eru koparrør í himmiríki (2013) Tóroddur Poulsen: Fjalir (2013) Sissal Kampmann: Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini (2011) Aðrir stuttir tekstir kunnu koma fyri Brot úr Sólrún Michelsen: Rottan (2011) Durita Holm. Offurmorðið (2013) Trygvi Danielsen: The Absent Silver King. Poems, short-stories and music (2013) Oddfríður Marni Rasmussen: Eg eri næstur (2013)
Ábyrgd
Bergur D. Hansen