1439.17 - Týðingarfrøði (MA)


Skeiðsnummar
1439.17
Heiti
Týðingarfrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin ognar sær innlit í almennar og serfrøðiligar ástøðiligar og verkligar spurningar viðvíkjandi týðing. Harumframt kunnleika um støðuna hjá týðing í samfelagnum og førleika at týða.
Innihald
Arbeitt verður við almennum og serfrøðiligum ástøðiligum og verkligum spurningum viðvíkjandi bókmentatýðing og yrkistýðing.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur av skeiðsbókmentum; umrøða um evni, sum lærari og studentar velja; skrivligar venjingar í at greina týðingar; skrivligar venjingar í at týða.
Læruúrtøka
Kunnleiki um støðuna hjá týðing í samfelagnum og frøðimál á økinum. Førleiki at greina høvuðstættir í týðingartilgongd ástøðiliga og verkliga; førleiki at meta um bókmentatýðingar til føroyskt; førleiki at týða valdan tekst úr donskum ella enskum.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tekstsavn, ið speglar hugsanir um týðing frá klassiskari fornøld til okkara tíð: The Translation Studies Reader. Ritstjóri: Lawrence Venuti 2012 (1.útg.2000) Jacobsen, Jógvan í Lon. 1991. “Hugleiðingar um orð og innihald”. Málting 2: 14-21 Laviosa-Braithwaite, Sara. 1998. “Universals of translation” Routledge Encyclopedia. Ritstj.: Mona Baker: 288-291. Ólavsstovu, Vár í. 1991. “Málið í týddum barnabókum”. Málting 2: 34-35 Úrval av greinum og øðrum tekstum.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir