1440.17 - Økokritikkur (MA)


Skeiðsnummar
1440.17
Heiti
Økokritikkur (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir ogna sær innlit í ástøðiliga rákið økokritikkur og læra seg at brúka hugsanir úr tí í sjálvstøðugum, greinandi arbeiði við tekstum. Harumframt læra studentarnir at meta og kjakast um økokritikk sum ástøði í bókmentavísindaligum samanhangi.
Innihald
Økokritikkur er eitt lutfalsliga nýtt rák innan bókmentagransking. Í stuttum snýr økokritikkur seg sum at kanna, hvussu sambandið millum menniskju og náttúru/umhvørvi verður lýst í tekstum. Ken Hiltner spyr í Ecocriticism The Essential Reader (2015): “what can literature tell us about our relationship to the natural world, as well as our current environmental crisis”. Tað ber til at síggja økokritikkin sum eina avleiðing av tveimum avbjóðingum í okkara tíð: 1) umhvørviskreppu og veðurlagsbroytingum, 2) einari tøkniligari menning, sum hevur gjørt hugtøkini “náttúra” og “natúrligt” trupul at arbeiða við. Á skeiðinum verða lisnir ástøðiligir tekstir umboðandi ymsar hugsanir innan økokritikk, bæði úr sonevnda fyrra ráki (“First Wave”) og úr seinna ráki (“Second Wave”), og skaldskapur verður lisin og viðgjørdur við støði í hesum hugsanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, lærara- og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Studentarnir ogna sær: • førleika at lesa ástøðiligar tekstir kritiskt • førleika at meta um og brúka ástøði í arbeiði við tekstum • førleika at arbeiða sjálvstøðugt við skilmarkingum og hugtøkum • innlit í økokritiska rákið í bókmentagransking • førleika at lýsa og kritiskt gera mun á ymiskum økokritiskum hugsanum • førleika at greina og tulka tekstir við støði í økokritiskum hugsanum • evni sjálvstøðugt at meta háttalagsliga um økokritiskar hugsanir í bókmentagransking • førleika at seta økokritiska rákið í størri bókmentavísindaligt og samfelagsligt/politiskt høpi.
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka við spurningi og framløgu. Studentarnar fáa tveir dagar at fyrireika eina framløgu á 30 min.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin er fyribils. Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Ástøði (og einstakir kjaktekstir) Heise, Ursula K.: “Comparative Literature and the Environmental Humanities” (2015) https://stateofthediscipline.acla.org/entry/comparative-literature-and-environmental-humanities Heise, Ursula K.: Sense of Place and Sense of Planet. The Environmental Imagination of the Global (2008), pp. 3-13, 17-55 Hiltner, Ken (ed.): Ecocriticism. The Essential Reader (2015), pp. 1-2, 39-46, 120-130, 131-133, 267-277 Serres, Michel: Naturpagten (1992/1990), pp. 9-48 Klein, Naomi: This Changes Everything. Capitalism vs. The Clima (2014), pp. 1-28 Timothy Morton: Ecology without Nature. Rethinking Environmental Aesthetics (2007), pp. 1-28, 140-205 Skriveren T. og Gregersen M.: “Den materielle drejning. En (ny) optik på aktuel dansk digtning” (2015) Raffnsøe, Sverre: “Mennesket i sit naturlige landskab”. Úr Kritik nr. 211 (2014) Skaldskapur (føroyskur og norðurlendskur) Patursson, Sverre: “Lomvigin” (1921). Úr Fuglar og fólk (1968) Ryggi, Mikkjal á: “Grind” (1949). Úr Mikkjalsbók (1994) Brú, Heðin: “Purkhús”. Úr Purkhús (1966) Dahl, Regin: “Dálkað rennur tú”. Úr Eftirtorv (1981). “Havið doyr. Úr Rekagrót (1985) Nielsen, Jóanes: “Brent myrkur”. Úr Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara (2007). Frostenson, Katarina: Úr Flodtid (2011) og Sånger och formler (2015) Börjel, Ida: Úr Ma (2014) Nielsen, Peter: Úr Livet foreslår (2003) og Feltstudier (2013) Ørntoft, Theis: Úr Digte 2014 (2014) Lindholm, Victor Boy: Úr Guld (2014) Brú, Heðin: Feðgar á ferð (1940) - verk Christensen, Inger: Det (1969) - verk Faldbakken, Knut: Uår (1976) - verk Weitze, Charlotte: Den afskyelige (2016) - verk
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen