1442.17 - William Heinesen – yrkingar í samteksti (MA)


Skeiðsnummar
1442.17
Heiti
William Heinesen – yrkingar í samteksti (MA)
ECTS
5
Fortreytir
Bachelornám í føroyskum ella samsvarandi. Møguleiki er eisini at taka skeiðið sum stakskeið (sí námsskipan).
Endamál
Endamálið er at lýsa og umrøða, hvussu yrkingarlagið hjá Williami Heinesen broytist við ella ímóti skiftandi bókmentarákum í 20. øld. Sam¬bandið við føroyskan og annan skaldskap og aðra list verður kannað sum millumtekstasamband eins og gjøgnum ástøði um yrkingarkynstur í 20. øld.
Innihald
Lisnar verða yrkingar úr teimum sjey yrkinga¬søvnunum eftir William Heinesen og greinir um yrkingarritverkið. Sambandið við annan skaldskap verður m.a. viðgjørt millumtekstliga eins og lýst í Om litteratur. Metoder og perspektiver. Systime 2003: 153-169. Lisin verða brot úr Terry Gifford 1999 og møguliga øðrum við.
Læru- og undirvísingarhættir
3 t/viku í 8 vikur – væntandi frá fyrst í mars.
Læruúrtøka
Masterlesandi duga at • greina og leggja fram høvuðseyðkenni í yrkingunum eftir William Heinesen • greina leiklutin hjá millumtekstleikunum • kritiskt viðgera yrkingasløg í yrkingaritverkinum hjá Williami Heinesen
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva, 7-10 s.
Lestrarlisti
Úrval: Gifford, Terry: The New Critical Idiom Pastoral. 1999. Heinesen, William: Samlede digte. Rolvs forlag. 1984 ella Gylden-dal. 2000. Jones, W. Glyn: “Trý stig í lýriska skaldskapinum hjá Williami Heinesen”. Varðin bd. 47. 1980. Hefti 3-4: 170-183. Marnersdóttir, Malan: “Intertekstualitet”. Om litteratur. Metoder og perspektiver. Systime. 2003: 153-169. Moberg, Bergur Rønne: Greinarøð í Skáanum/Dimmalætting 25.5., 1., 8., 22. og 29.6.2002.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir