1834.08 - Barnabókmentir


Skeiðsnummar
1834.08
Heiti
Barnabókmentir
ECTS
10
Endamál
Endamál: Skeiðið gevur innlit í fyribrigdið barnabókmentir bókmentasøguliga og granskingarsøguliga við áherðslu á nútíðina. Tað verður gjørt við at lesa nýggjar føroyskar barnabøkur av ymsum tekstsløgum og seta tær í bókmenta- og granskingarsøguligtsøguligt høpi.
Innihald
Hugt verður at hugtakinum barnabókmentum og hvussu tað hevur ment seg gjøgnum tíðina. Hvør er serstøðan hjá barnabókmentum, um hon er til? Høvuðsdrøg í ástøði og gransking. Søgan hjá føroyskum barnabókmentum verður skoðað í mun til barnabókmentir aðrastaðni. Tær ítøkiligu umstøðurnar hjá føroyskum barnabókum umrøddar og rák og tekstsløg í okkara tíð.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, næmingaframløgur, orðaskifti.
Próvtøkuháttur
Bundin ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir