1877.10 - Ævintýr


Skeiðsnummar
1877.10
Heiti
Ævintýr
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva innlit í ævintýr sum munnligt skaldskaparslag, innsavningar-søgu og tilgongdina frá munnligari frásøgn til skriftfestar útgávur og tulkingarformar.
Innihald
Arbeitt verður við uppskriftum hjá Jakob Jakobsen og hvussu hann ritstjórnar sítt tilfar í Færøske folkesagn og Æventyr. Sammetingar verða gjørdar við somu tilgongd í øðrum londum: Charles Perrault, Jacob og Willhelm Grimm, Thiele o.a. í DK, P. Chr. Asbjørnsen í Noreg o.fl. Arbeitt verður við einum nýggjum ástøði um innihald og tulking av ævintýrum, har eisini verður kannað, hvussu ymisk frásøgufólk siga somu søgur. Millum verkini, ið verða lisin (heil ella summpart) eru Aarne & Thompson: The Types of the Folk tales. V. Propp: The Morphology of the Folktale, Bengt Holbek: Interpretation of Fairy Tales, Max Lüthi: Das Europeische Volksmärchen og Märchen und Wirklichkeit, Darnton: When Peasants tell Stories. Harmframt útgávur og
Læru- og undirvísingarhættir
Seminar og framløgur. Arbeiðshátturin krevur aktiva luttøku frá studentunum við framløgum og uppgávum alt skeiðið.
Próvtøkuháttur
Bundin ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Eyðun Andreasen