1878.10 - Týðingarfrøði


Skeiðsnummar
1878.10
Heiti
Týðingarfrøði
ECTS
10
Endamál
Studentarnir læra at greina høvuðstættir í tí fleirtáttaðu tilgongdini, sum týðing er, ástøðiliga og verkliga. Harumframt fáa vitan um støðuna hjá týðingum og læra at týða.
Innihald
Grundleggjandi spurningar viðvíkjandi týðing, háttaløgum og hjálparamboðum á økinum. Bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir verða viðgjørdar. Handbók á skeiðinum verður Translation Studies Reader, 2005, ritstjóri: Venuti. Millum lisnar bókmentir verða: Elsa Funding, 2007, Føroyskar bíbliutýðingar. Setursrit 4; Chr. Matras, 1973, “Tróndur Olsen”, Nøkur mentafólk s. 7-12.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraframløgur og studentaframløgur skiftast. Studentarnir royna seg í at týða og umrøða týðingararbeiði.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir