1882.11 - Máltøka


Skeiðsnummar
1882.11
Heiti
Máltøka
ECTS
10
Endamál
Skeiðið miðar ímóti at geva innlit í ástøði um máltøku hjá børnum, soleiðis at studenturin nemur kunnleika um íbornan málførleika og málmenning tey fyrstu árini fram at skúlaaldri. Gransking og kanningar av máli hjá føroyskum børnum verða eisini partur av skeiðinum.
Innihald
Longu tey fyrstu trý árini av lívinum ogna børn sær fleiri túsund orð. Tey eru før fyri at seta saman og skilja samansettar setningar og tey hava tamarhald á ljóðskipanini í sínum máli. Alt hetta hendir, áðrenn tey t.d. duga at binda lissur. Hvussu læra børn mál? Og hvussu ber tað til, at tey duga tað so skjótt og so væl? Er tað bara ein spurningur um at taka til sín av tí, sum tey hoyra, ella er nakað annað við í leikinum? Hugt verður at, hvussu børn virkið nýta bæði sítt umhvørvi og sín skapandi málinnlæringarførleika at nema móðurmálið. Fyribils verður víst til hesar bøkur: Louise Bjar & Caroline Liberg (red.): Barn utvecklar sitt språk. 2003. Studentlitteratur. Lund. Paul Fletcher & Brian MacWhinney (eds.): The Handbook of Child Language. 2004. Blackwell Publishing. Gisela Håkansson: Språkinlärning hos barn. 1998. Studentlitteratur. Lund. William O’Grady: How Children Learn Language. 2005. Cambridge University Press. Kate Trott, Sushie Dobbinson & Patrick Griffiths (eds.): The Child Language Reader. 2004. Routledge. London & New York.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við lærara- og studentaframløgum, sum taka støði í bókmentum um evnið og í praktiskum royndum og kanningum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd (6 tímar) ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen