1883.11 - Purisma


Skeiðsnummar
1883.11
Heiti
Purisma
ECTS
10
Endamál
Skeiðið miðar ímóti at geva innlit í ástøði um hugtakið málslig purisma. Studenturin skal fáa innlit í hvussu og hvar tann føroyska purisman stendur í mun til purismu í øðrum Norðurlondum og í Evropa annars, bæði samtíðarliga og søguliga. Bygnaðurin í føroyskum nýggjyrðum verður við-gjørdur.
Innihald
Purisma er ein hugsjón, sum hevur til endamál at avmarka ta ávirkan, sum fremmand mál hava á heimamálið. Purisman er vorðin ein partur ikki bara av føroyskari málrøkt í trongari merking, men er í stóran mun vorðin partur av føroyskari mentan. Purisma er eitt vítt hugtak, men í føroyskum samanhangi er vanligt at skilja hana sum eina verjumekanismu á orðastigi. Og tí fer mest at verða gjørt við sonevnda leksikalska purismu. Men onnur sløg verða eisini nevnd: ortografisk purisma, morfologisk purisma o.s.fr. Fyri at fáa eina fatan av purismuni er neyðugt at seta hana ínn í ein søguligan samanhang, samstundis sum hon verður viðgjørd sum eitt livandi samtíðarligt fyribrigdi, og tí verða hugburðskanningar eisini tiknar við. Undirvísingin verður skipað við lærara- og studentaframløgum, sum taka støði í bókmentum um evnið. Lisnar verða m.a. hesar bókmentir: George Thomas: Linguistic purism, útgávur úr røðini Moderne importord i sprogene i Norden og Purt og reint. Om purisme i dei nordiske språka.
Læru- og undirvísingarhættir
3 t. um vikuna í eina hálvu
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd (6 tímar) ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen