1887.11 - Ritverkið eftir Regin í Líð og nýbrotið í norðurlendskum bókmentum


Skeiðsnummar
1887.11
Heiti
Ritverkið eftir Regin í Líð og nýbrotið í norðurlendskum bókmentum
ECTS
10
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at greina ritverkið eftir Regin í Líð og í hesum sambandi at viðgera ymisk rák í nýbrotinum í norðurlendskum bókmentum.
Innihald
Høvuðsverk verða skaldsøgan Bábelstornið og stuttsøgurnar “Minnisvarðin”, “Rakul” og “Eyðun” eftir Regin í Líð. Harumframt verða lisin verk eftir eitt nú M.A. Winther, J.P. Jacobsen, Herman Bang, Amalie Skram, Henrik Ibsen, Victoriu Benedictsson og August Strindberg. Lisið verður støðiligt tilfar eftir m.a. Georg Brandes, Émile Zola, John Stuart Mill, Pil Dahlerup, Per Stounbjerg og Kirsten Brix.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fevnir um lærara- og studentaframløgur
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva ella bundin heimauppgáva, tríggjar vikur.