1889.12 - Ritverkið hjá Edith Södergran – nýskapandi í yrking og kyni


Skeiðsnummar
1889.12
Heiti
Ritverkið hjá Edith Södergran – nýskapandi í yrking og kyni
ECTS
5
Endamál
Á skeiðinum er endamálið at lýsa og viðgera, hvussu hon í senn broytti tann romantiska og symbolistiska yrkingaháttin og setti ljóskastaran á listakvinnuna.
Innihald
Edith Södergran (1892-1923) er undangonguyrkjarin í norðurlendskari modernismu. Hon gav fýra yrkingasøvn út millum 1916 og 1922 – í 1925 gav vinkonan Hagar Olsson enn eitt savn út við yrkingum eftir hana. Saman við yrkingasøvnunum verða bókmentafrøðiligar viðgerðir og greiningar lisnar m.a. eftir Ebbu Witt-Brattström. Harumframt verður dentur lagdur á ástøði um leiklutin hjá lesarunum í skaldskaparlestri (reader-response theory). Undirvísingin fevnir um lærara- og studentaframløgur og virkin luttøka á skeiðinum telur við í endaliga úrslitinum. Undirvísing Undirvísingin fevnir um lærara- og studentaframløgur. Virkin luttøka á skeiðinum telur við í endaliga úrslitinum.
Læru- og undirvísingarhættir
3 t. um vikuna í 7 vikur
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar, sum verður hildin beint eftir at undirvísingin er liðug.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir