1891.12 - Leikbókmentir við høvuðsdenti á føroyskar leikir


Skeiðsnummar
1891.12
Heiti
Leikbókmentir við høvuðsdenti á føroyskar leikir
ECTS
10
Endamál
At geva studentunum innlit í altjóða, norðurlendskar og serliga føroyskar sjónleikarbókmentir og amboð at greina hesar við. Studentarnir kunna seg við meginrákini innan leikbókmentir og við amboð at greina og viðgera bæði siðbundnar og nýggjari leikbókmentir.
Innihald
Evni: Skeiðið verður býtt í tveir meginpartar. Fyrsti helmingurin er ein innføring í meginrákini evropeisku leikbókmentunum frá gomlu grikkunum fram til umleið 1950 og í nýggjari meginrák innan leikbókmentir í Norðurlondum. Verk verða gjøgnumgingin eftir Sofokles, Shakespeare, Ibsen, Brecht, Beckett og nýggjari norðurlendskar høvundar. Samstundis verða studentarnir kunnaðir um formligu eyðkennini hjá tí siðbundna leiktekstinum og hættir at greina tey. Harumframt verða lisin dømi um nýggjari norðurlendskar leikbókmentir og gjøgnumgingnir verða leikir úr Danmark, Noreg, Svøríki og Íslandi. Í hesum partinum av skeiðnum verður denturin lagdur á nýggj rák og nýggjar frásagnarhættir í leikbókmentunum og nýggj ástøði, ið miða eftir at skilja og greina hesi rák. Í fyrsta helminginum verður eitt breitt úrval av greiningarhættum gjøgnumgingnir og royndir í viðgerðini av verkum, ið verða lisin. Seinni helmingin av skeiðnum verða føroyskar sjónleikarbókmentir lisnar og viðgjørdar. Leikir eftir føroyskar høvundar verða greinaðir og tulkaðir og settir inn í føroyskt og norðurlendskt bókmentasøguligt høpi. Undirvísing: Skeiðið fer at miða eftir at geva studentunum høvi at royna greiningaramboðini í verki og dentur verður tí lagdur á aktiva næmingaluttøku. Arbeitt verður við at greina leikverk og arbeiðsformurin verður stuttir lærarafyrilestrar, orðaskifti og næmingaframløgur. Bókmentir: Ástøði: Göran Lindström: Att läsa dramatik. (Útseld frá forlagnum, verður latin sum pdf.) Frode Helland og Lisbeth Petersen Wærp: Å lese drama – innføring i teori og analyse. Universitetsforlaget, Oslo 2005. Veltrusky, Jiri: ”Teaterteksten som bestanddel i teaterforestillingen” (verður latin sum PDF). Úr: Christian Kock (red): Tjekkisk Strukturalisme. København 1971. Wolfgang Iser: ”Tekstens appelstruktur” (Verður latin sum PDF). Úr: Michael Olsen et al (red.): Værk og læser – En antologi om receptionsteori. Harumframt verða lisnir ástøðiligir tekstir og greinar við tilknýti til einstøku verkini, ið verða lisin. Klassisk, nýklassisk og norðurlendsk leikverk (kann verða tillagað í samráði við studentarnar) : Sofokles: Antigone Shakespeare: Dreymur Jóansøkunátt Hendrik Ibsen: Vildanden August Strindberg: Frøkun Julie. Bertolt Brecth: Galileo Samuel Beckett: Meðan vit bíða eftir Godot Sarah Kane: Psykosa 4:48 (2000) Peter Asmussen, David Pirie, Vivian Nielsen og Lars von Trier: Breaking the Waves (2005) Lars Norén: Kliniken (1995) Astrid Saalbach: Det velsignede barn 1998 Jon Vosse: Ein somars dag (1998) Ólafur Haukur Símonarsson: Havið (1992) Føroysk leikverk: Útvaldir leikir eftir hesar høvundar: Rasmus Effersøe Símun av Skarði Hans Andrias Djurhuus Jens Pauli Heinesen Steinbjørn B. Jacobsen Rakel Helmsdal Jóannes Nielsen Marjun Kjellnes
Læru- og undirvísingarhættir
3 t. um vikuna í eina lestrarhálvu
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka ella frí skrivlig heimauppgáva.
Ábyrgd
Mikkjal Niels Helmsdal