1406.13 - Ævintýragreining (MA)


Skeiðsnummar
1406.13
Heiti
Ævintýragreining (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava lokið BA-nám í føroyskum
Endamál
Skeiðið skal geva vitan um gandaævintýr sum søguslag í Føroyum og Europa.
Innihald
Ævintýr er munnlig frásøgulist, savnað og útgivin á prenti í stórum tali seinastu 200 árini. Vit meta brøðurnar Jakob og Wilhelm Grimm at vera undangongumenn í hesum arbeiði. Í Føroyum savnaði og gav Jakob Jakobsen út ævintýr í 1890 árunum. Gandaævintýr eru ein høvuðsbólkur av ævintýrum, og tey sum hava havt størst áhuga hjá granskarum og fólki annars. Skeiðið viðger kritiskt ymisk ástøði og ymiskar fatanir av gandaævintýrum bókmentaliga, strukturelt, sálarfrøðiliga og mentanarliga og arbeitt verður við greiningum av kendum og minni kendum føroyskum gandaævintýrum. Føroysku ævintýrini verða greinað sum partur av norðurlendskari og europeiskari ævintýrafrásøgn. Dentur verður lagdur á samanberandi merkingargreining, ævintýrini verða lýst í mentanarligum og samfelagsligum baksýni og kjakast verður um samband millum frásøgufólk og frásagnir.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraundirvísing og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Studentarnir menna førleikar til ymiskar greiningarhættir av ævintýrum og skula fáa innlit til sjálvstøðugar metingar av søguslagnum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Tekstasavn: J. Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventýr. Nýggjasta útgáva: Tórsshavn 2009. Ástøði: Bengt Holbek: Interpretation of Fairy Tales. København 1987 Max Lüthi: Das Europäische Volksmärchen. Bern 1968 (1947). Ensk útgáva: The European Folktale. Bloomington&Indianapolis 1982 (1986) Suzanne Magnanini: Monstrous Generation in the Tales of Straparola and Basile. Toronto 2008. Eyðun Andreassen: Ævintýr. Ymsar greinir og bókapartar. Pensum: 1000 normalsíðir til samans.
Ábyrgd
Eyðun Andreassen