1408.14 - Ferðafrásagnir (MA)


Skeiðsnummar
1408.14
Heiti
Ferðafrásagnir (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
Við at lesa ástøðiligar tekstir um tekstsløg og viðgera ferðafrásagnir fáa tey lesandi innlit í tekstslagið ferðafrásøgn í bókmentasøguligum høpi. Spurt verður m.a., hvat serligt er við ferðafrásagnum í mun til onnur sløg av teksti. Nær er ein tekstur ein ferðafrásøgn? Eru ferðafrásagnir yrkisbókmentir ella fagurbókmentir – ella bæði? Hvussu eru ferðafrásagnir partur av bókmentasøguskrivingini í Evropa? Hvussu kunnu ferðafrásagnir bólkast í bókmentasøgulig tíðarskeið? Hvussu eru ferðafrásagnir broyttar seinastu uml. 300 árini? Hví er stórur áhugi fyri ferðafrásagnum í dag?
Innihald
Skeiðið er skipað sum ein viðgerð av ástøðiligum spurningum um tekstsløg við serligum denti á, hvussu tekstslagið ferðafrásøgn á ymsan hátt verður skilmarkað í mun til t.d. skaldsøgu, ævisøgu, endurminningar o.s.fr. Við støði í hesum verða ferðafrásagnir lisnar og viðgjørdar. Kannað verður eisini, hvussu bókmentalig og heimspekilig rák síggjast aftur í ferðafrásagnum, t.d. verður spurt, hvussu tann ferðandi lýsir seg sjálva/n í mun til onnur, og hvussu tað heimliga og kenda verður lýst í mun til tað fremmanda og ókenda.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraframløgur og framløgur frá lesandi. Harumframt verður skift í millum kjak í bólkum og felags kjak í plenum um serligar og frammanundan orðaðar spurningar.
Læruúrtøka
Tey lesandi hava við skeiðsenda ognað sær eitt fjøltáttað ástøðiligt og greiningaligt innlit í, hvussu arbeitt verður við at skilmarka ymisk sløg av teksti, og í hvønn mun slíkar skilmarkingar gera av, hvussu vit lesa tekstir. Harumframt skulu tey kenna tekstslagið ferðafrásøgn og hava ognað sær háttalagsligan førleika til sjálvstøðugt og vísindaliga at arbeiða við ferðafrásagnum í bókmentasøguligum høpi.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva á 25-30 síður.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti við grundleggjandi tekstum – valdir tekstir og tekstbrot úr: Carl Thompson: Travel Writing, 2011 – hetta er grundbók í skeiðinum A. S. Bawarshi & M. J. Reiff: Genre. An Introduction to History, Theory, Research, and Pedagogy, 2010 Edward Said: Orientalism, 1978 Paul Fussell: Abroad, 1980 Dennis Porter: Haunted Journeys, 1991 Bergur Djurhuus Hansen: “Heimloysi sum tekstslag”, Fróðskaparrit 60. bók, 2013 Malan Marnersdóttir: “Á Suðurlandið”, In. Sýnisstubbar, 1994 Mungo Park: Rejser i det indre af Afrika, 2006 (1799) Sigurd O. Patursson: Sibirien i vore Dage, 1901 K.O. Viderø: Frá landi á fyrsta sinni, 1991 - harumframt verða brot lisin úr øðrum verkum og vísindaligum greinum. Pensum í alt er 1100-1200 normalsíður - tey lesandi skulu sjálvi ogna sær: Carl Thompson: Travel Writing (2011) og K.O. Viderø: Frá landi á fyrsta sinni (1991) K.O. Viderø: Frá landi á fyrsta sinni, 1991 - harumframt verða brot lisin úr øðrum verkum og vísindaligum greinum. Pensum í alt er 600-800 normalsíður - tey lesandi skulu sjálvi ogna sær: Carl Thompson: Travel Writing (2011) og K.O. Viderø: Frá landi á fyrsta sinni (1991)
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen