1417.14 - Norðurlendskar samtíðarbókmentir (MA)


Skeiðsnummar
1417.14
Heiti
Norðurlendskar samtíðarbókmentir (MA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum við góðum úrsliti ella hava samsvarandi fortreytir. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (sí galdandi námsskipan)
Endamál
Studenturin ognar sær innlit í rák í norðurlendskum bókmentum eftir aldaskiftið og førleikar at viðgera tær sjálvstøðugt og vísindaliga í greining og tulking á ástøðiligari grund
Innihald
Skeiðið snýr seg um nýggjar norðurlendskar bókmentir (t.e. eftir aldaskiftið), bæði í bundnum og óbundnum máli. Serliga verður kannað, hvussu nýggjar bókmentir eru í samrøðu við og nýta eldri bókmentahevd, t.e. tekstir og hendingar úr farnari tíð, og samstundis taka til viðgerðar evni í samtíðini. Í hesum sambandi verður røtt um postmodernistiska endurnýtslu, og ástøðiligir tekstir um hetta verða lisnir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur og floksundirvísing
Læruúrtøka
Studenturin ognar sær førleika at: • Greiða frá rákum í norðurlendskum bókmentum eftir aldaskiftið • At greina nýggjar norðurlendskar bókmentir vísindaliga og brúka viðkomandi ástøði sum amboð • At meta um rák í norðurlendskum bókmentum eftir aldaskiftið við støði í yvirlitslestri og viðgerð bókmentaligum verkum • At leita fram ástøðiligar tekstir og meta um ástøði og háttaløg at brúka í vísindaligari viðgerð av bókmentum
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (tríggjar vikur) um eitt uppgivið evni
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Verk: Sjón: Skugga-Baldur (2004), Carl Jóhan Jensen: Ó- søgur um djevulskap (2007), Gerður Kristný: Blóðhófnir (2010), Eva-Marie Liffner: Lacrimosa (2011), Rosa Liksom: Hytté no.6 (2011). Stuttsøgur eftir: Naja Marie Aidt, Merethe Lindström, Hanus Kamban og Gyrðir Elíasson. Aðrir stuttir tekstir kunnu koma afturat. Ástøðiliga tilfarið verður útflýggjað sum kopi við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Bergur D. Hansen