1419.15 - Bókmentatíðarskeiðið 1950-árini (MA)


Skeiðsnummar
1419.15
Heiti
Bókmentatíðarskeiðið 1950-árini (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum við góðum úrsliti ella hava samsvarandi fortreytir. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin ognar sær neyvt innlit í almennar ástøðiligar og søguligar spurningar viðvíkjandi bókmentatíðarskeiði sum hugtaki. Harumframt víðfevndan kunnleika um samfelagsligu og bókmentaligu støðuna í 1950-árunum
Innihald
Arbeitt verður við almennum og serfrøðiligum ástøðiligum og søguligum spurningum viðvíkjandi bókmentatíðarskeiði, serliga 1950-árunum. Vald bókmentaverk verða lisin og kannað í bókmentasøguligum høpi
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur av skeiðsbókmentum; kritisk umrøða um viðkomandi evni sum lærari og studentar velja; skrivligar venjingar og javnlíkameting
Læruúrtøka
Góður kunnleiki og innlit í ástøði um hugtakið bókmentatíðarskeið. Yvirlit og dýpdarvitan um bókmentir í 1950-árunum og bókmentaligu støðuna í tíðarskeiðinum. Førleiki at greina og viðgjørda bókmentatíðarskeiðið ástøðiliga og søguliga. Førleiki at miðla vunna innlitið.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við hjálparamboðum (uppritum og tilfari av lestrarlista)
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
3 vísindaverk. m.a. Ballegaard Petersen, Annelise. 2003. “Periode”. Om litteratur: 230-247 Úrval av ástøðiligum, bókmentafrøðiligum og bókmentasøguligum greinum Perkins, David. 2005. “Litteraturhistorie – en aktuel diskussion”. Litteraturhistoriografi. Aarhus Universitetsforlag: 41-72. Benjamin, Walter. 2005. “Litteraturhistorie – litteraturvidenskab”. Litteraturhistoriografi. Aarhus Universitetsforlag: 73-81. Moretti, Franco. 2005. “Om litterær evolution”. Litteraturhistoriografi. Aarhus Universitetsforlag: 103-132. Hoydal, Gunnar. 1984. “Yrkjarar í fimti- og sekstiárunum. Skúlablaðið. Serblað, mars: 2-15. Úrval av øðrum ástøðiligum, bókmentafrøðiligum og bókmentasøguligum greinum 4 bókmentaverk, m.a.: Maria Skylv Hansen. 1950. Gamlar gøtur I Hans Marius Ejdesgaard. 1952. Hitt ævinliga gonguverkið Ólavur Michelsen. 1953. Lovorð Tummas N. Djurhuus. 1958. Og dansurin gongur
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir