1420.15 - Setningafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1420.15
Heiti
Setningafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
At veita grundleggjandi innlit í setningafrøði sum frøðigrein og í týðandi hugtøk, fyribrigdi og nútíðar ástøði í setningafrøði, soleiðis at tann lesandi lærir at nýta henda kunnleika í setningafrøðiligari viðgerð og lærir at meta um og bera saman bygnaðarligar lýsingar av setningum.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum fellur í ein ástøðiligan part, sum viðger og lýsir setningafrøði alment sum málsliga frøðigrein, og innlit verður givið í setningafrøðilig ástøði. Við hesum sum grundarlag verður hugt serliga at føroyskari setningafrøði, sum verður lýst við støði í greinum og ritgerðum, ið úr ymsum síðum viðgera setningafrøðilig fyribrigdi í føroyskum. Samanburðir verða eisini gjørdir við onnur norðurlandamál.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður mest skipað sum fyrilestrar og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tann, ið hevur luttikið á skeiðinum, skal hava fingið grundleggjandi innlit í frøðigreinina setningafrøði og skal: kunna gera greiði fyri, hvat ið eyðkennir setningafrøði samanborið við skyldar frøðigreinar sum merkingarfrøði og formfrøði duga at greina og lýsa ymsan setningafrøðiligan bygnað í føroyskum kenna og duga at brúka hugtøk og heiti í setningafrøði kritiskt við støði í ástøðiligum hugtøkum duga at meta um og lýsa setningafrøðiligar munir í føroyskum og millum føroyskt og grannamálini.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
• Beatrice Santorini & Anthony Kroch. 2007. The syntax of natural language: An online introduction using the Trees program. (http://www.ling.upenn.edu/~beatrice/syntax-textbook) • Christer Platzack. 2008. Den fantastiska grammatiken. En introduktion till modern generativ grammatik. • Höskuldur Thráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen & Zakaris Svabo Hansen. 2012. Faroese. An overview and reference grammar. • Tor A. Åfarli & Laila Sakshaug. 2006. Grammatikk: Syntaks og morfologi med norsk i sentrum (bls. 1-175). • Andrew Radford. 2007. Syntax. A minimalist introduction. • Harumframt breitt úrval av greinum og ritgerðum um føroyska setningafrøði. Verður útflýggjað so hvørt.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen