1884.11 - Yrkingar 1980-2010


Skeiðsnummar
1884.11
Heiti
Yrkingar 1980-2010
ECTS
10
Endamál
Á skeiðinum menna studentarnir førleika sín at arbeiða sjálvstøðugt við ástøði og við samtíðarskaldskapi. Hugt verður eftir, hvussu skaldskapurin handfer bókmentasiðvenjuna, sambandinum millum skaldskap og skaldskaparfrøði umframt samspæli við aðrar listargreinir - tónleik og myndlist. Studentarnir ogna sær kunnleika um yrkingar frá hesum tíðarskeiðinum, førleika at viðgera og miðla kunnleika um tær í breiðum høpi.
Innihald
Lisið verður eitt úrval av ástøði og av skaldskapi frá 1980 til 2010, t.d. Rói Patursson, Guðrið Helmsdal, Ebba Hentze, Heðin M. Klein, Steinbjørn B. Jacobsen, Astrid Joensen, Gunnar Hoydal, Alexandur Kristiansen, Aleks B. Niclasen, Malan Poulsen, Tóroddur Poulsen, Jóanes Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen, Carl Jóhan Jensen og Sigri Gaiini. Tað verður borið borið saman við skaldskap aðrastaðni.
Læru- og undirvísingarhættir
Tað verður skift ímillum læraraframløgur og studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
Frí ella bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir