1888.11 - Málamót og tvímæli


Skeiðsnummar
1888.11
Heiti
Málamót og tvímæli
ECTS
10
Endamál
At læra studentarnar ymisk grundleggjandi heiti í málamótsgranskingini og tvímæli. Hugt verður at teirri føroysku-donsku málamóts- og tvímælisstøðuni. Her verður tilfar frá FADAC databasuni í Hamburg nýtt. (FADAC = Faroese-Danish Corpus).
Innihald
Vit skifta orð um ymiskar frymlar, sum hava verið útviklaðir innan málamóts- og tvímælisgranskingina. Hugt verður at máldominansi, athalli, koduskifti og eingangslánum m.a. Aftur at hesum verður nakað um orðastovnin hjá tvímælinginum og tað tvímálsliga samfelagið.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, framløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Hjálparamboð loyvd. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
An Introduction to Contact Linguistics. Donald Winford. Blackwell Publishing. Oxford. The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact. Hjalmar P. Petersen. Winter. Heidelberg. A selection of articles.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen