1429.16 - Stuttsøgan í føroyskum bókmentum
Skeiðsnummar
1429.16
Heiti
Stuttsøgan í føroyskum bókmentum
ECTS
10
Fortreytir
BA í føroyskum. Møguleiki er eisini fyri at taka skeiðið sum stakskeið (sí námsskipanina).
Endamál
Studentarnir
• ogna sær innlit í stuttsøguna sum tekstslag og sum umboðandi ymisk rák í føroyskum bókmentum
• ogna sær førleikar at viðgera stuttsøgurnar sjálvstøðugt og vísindaliga við greining og tulking á ástøðiligari grund
Innihald
Á skeiðnum verður stuttsøgan í føroyskum bókmentum viðgjørd. Stuttsøgur úr ymiskum tíðarskeiðum og umboðandi ymisk rák verða greinaðar og tulkaðar við atliti at innihaldsligum og formligum eyðkennum grundað á ástøðiligar tekstir. Eisini verða týddar stuttsøgur tiknar upp í viðgerðina.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, lærara- og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, hava studentarnir fingið innlit í tekstslagið stuttsøga í føroyskum og lutvíst í øðrum bókmentum og hava lært at arbeiða greinandi við tekstslagnum. Studentarnir hava lært at brúka hóskandi ástøði í greiningum og framløgum.
Almennir førleikar, sum studentarnir skulu ogna sær á skeiðinum, eru:
• at lesa ástøði greinandi og kritiskt
• at meta um ástøði og á hvønn hátt tað kann brúkast
• at arbeiða við skilmarkingum
• at avmarka eitt evni
• at seta bókmentavísindaligar spurningar til eitt evni ella ein tekst
• at fyrireika framløgur við støði í greitt orðaðum spurningum
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 30 minuttir (við 30 minutta fyrireikingartíð).
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Ástøðiligir tekstir
Marie Lund Klujef: Novellen – struktur, historie og analyse. Gads Forlag (2002), s. 7-62, 91-95.
Mikhail Bakhtin: “Talegenrer” í Genre. Red. Jørgen Dines-Johansen, Marie Lund Klujeff (2009), s. 179-197.
Per Stounbjerg: “Tilforladelighed og underliggørelse. Om realismen” í Om som om – realisme i teori og nyere kunst. Red. Stefan Iversen, Heidi Jørgensen, Henrik Skov Nielsen. Akademisk Forlag (2002), s. 12-40.
Rolf Reitan: “Noter om realisme, fiktion og fiction” í do., s. 68-91.
Malan Marnersdóttir: “Flutningur millum tekstir” í M.M.: Hvør av øðrum. Annales societatis scientiarum Færoensis Suppementum XXVII (2000), s. 251-262.
Kaj Berseth Nilsen: “Arketype-analyse” í Veier til teksten. Litteraturteori og analysepraksis. Cappelen Akademisk Forlag/LNU (1994), s. 122-141.
“Eyðun” í Kirsten Brix: Dialog i Babelstårnet. Annales societatis scientiarum Færoensis Suppementum XXXIV (2002), s. 170-204.
Bo Hakon Jørgensen: “Bogstavelighedens fiktion – om fantastiske fortællinger...” í B.H.J.: 10 fantastiske fortællinger. Odense Universitetsforlag (1990), s. 231-245.
Bókmentalig verk
Regin í Líð: Eyðun (1907) í R. í L.: Glámlýsi (1912). Føroya Skúlabókagrunnur (2003)
Heðin Brú: Loðin sól (1948) í H.B.: Flókatrøll. Bókagarður (1971)
Heðin Brú: Tey við Gryvjuna (1966) í H.B.: Búravnurin. Bókagarður (1971)
Heðin Brú: Einsamallur í Lítlu Dímun (1966) í H.B.: Purkhús. Bókagarður (1979).
Jens Pauli Heinesen: Ein einsligur floytitóni (1969) í J.P.H.: Aldurnar spæla á sandi. Egið forlag (1969)
William Heinesen: Belsmanden í W.H.: Det fortryllede lys. Gyldendal (1957)
William Heinesen: Historien om digteren Lin Pe og hans tamme trane í W.H.: Det fortryllede lys. Gyldendal (1957)
Lydia Didriksen: Frostrósan (1986) í L.D.: Gráglómur. Mentunargrunnur Studentafelagsins (1992)
Hanus Kamban: Ein ónyttug stjørna (2001) í H.K.: Pilagrímar. Mentanargrunnur Studentafelagsins (2001)
Hanus Kamban: Saxifraga nivalis (2010) í H.K.: Gullgentan. Mentanargrunnur Studentafelagsins (2010)
Sólrún Michelsen: Tema við slankum. Mentanargrunnur
Studentafelagsins (2007)
Agnar Artúvertin (Jógvansson): Hundurin í Vencil, nr. 2/2007, s. 61f
Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Skulu vit fara? í A.Ó.D: So hon starir inn í veggin. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2015)
Einstakar týddar søgur verða lagdar afturat, eins og einstakar broytingar kunnu koma fyri í listanum við ástøðiligum greinum.
Ábyrgd
Kirsten Brix