1414.14 - Málmenning (MA)


Skeiðsnummar
1414.14
Heiti
Málmenning (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum við góðum úrsliti ella hava samsvarandi fortreytir. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at studentarnir fáa innlit í ástøði um málmenning hjá børnum, sum læra sítt móðurmál, og háttaløg sum kunnu brúkast til at lýsa og kanna málsligu menningina.
Innihald
Á skeiðinum fær studenturin innlit í, hvussu vanliga málmenningin er hjá barninum sum lærir sítt móðurmál. Hvørjir faktorar kunnu ávirka málmenningina? Eru tað serligar umstøður fyri børn, sum læra føroyskt? Hvat er sambandið millum málsliga menning og lesiførleika seinni?
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna heysthálvuna 2014. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar frá lærara, framløgur frá studentunum og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, hava studentarnir: • Fingið hollan ástøðiligan kunnleika um málmenning hjá børnum • Fingið vitan um ymsar hættir at savna inn data um mál hjá børnum og meta um hetta kritiskt • Førleika at brúka hugtøk innan fakøkið • Sett seg inn í tey øki, sum málmenning liggur tætt uppat, so sum lesiførleikar • Førleika at lýsa serlig viðurskifti, tá børn læra føroyskt • Lært at leita eftir tilfari um evnið og meta um hetta
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava alt tilfar frá undirvísingini við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Erika Hoff, 4. Ed.: Language development, Wadsworth, Cengage learning. 490 síður. Kristoffersen, K.E. et al, 2012: Utvikling og variasjon i kommunikative ferdigheter hos barn som lærer norsk- en CDI-basert studie. Harumframt verða ymiskar aðrar greinar lisnar. Tilsamans 800 síður.