1421.15 - Innsavning (MA)


Skeiðsnummar
1421.15
Heiti
Innsavning (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At geva tær innlit og evni at savna inn og arbeiða við málsligum data. Tú fært eisini faktekstir um evnið.
Innihald
At geva tí lesandi innlit í háttaløg viðv. innsavning av málsligum data. Tú skalt fáa avtalur í lagt við tey, tú skal savna data frá. Tú skalt sjálv/ur gera eitt spurnablað, fara út og fáa inn data frá heimildarfólkum og arbeiða við hesum data og skipa tey. Tú fært vegleiðing í, hvussu data skal skipast og greinast, og hvussu spurnablaðið skal gerast. Tú skalt eisini lesa ymiskt teoretiskt tilfar sum sjálvlestur. Hetta fært tú útflýggjað. Datainnsavningin verður um fallnýtslu eftir fyrisetingar.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur. Tann lesandi ger í samráð við lærara ein lestrarlista og eina ætlan fyri, nær innsavningararbeiðið skal gerast og vera liðugt. Tó verður ein mánaður brúktur saman við tveimum lærarum, har vit møtast eina ferð um vikuna.
Læruúrtøka
Tú skalt kenna til ymiskar arbeiðshættir, tá ið talan er um innsavning av data. Tú skal duga at arbeiða við tí innsavnaða data, og leggja fram tey úrslit, tú hevur fingið inn.
Próvtøkuháttur
PP framløga. Tú hevur eina viku at fyrireika framløguna. Hon skal vara 15 til 20 minuttir. Framløgan skal byggja á tað data, ið tú hevur savnað inn. Um tit leggja fram fleiri enn ein, verður framløgan tilsvarandi longri. Lesandi sleppur ikki upp til próvtøku, um hann/hon ikki hevur savnað inn og skipað data.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Canger, U. (2001). Field Work and Field Methods. Í: Rajend Mestrie (ritstj.) Concise Encyclopedia of Sociolinguistics. Amsterdam etc.: Elsevier: 779-781. Davies, A. (2001). Observer’s Paradox. Í: Rajend Mestrie (ritstj.) Concise Encyclopedia of Sociolinguistics. Amsterdam etc.: Elsevier: 802. Gregersen, F., Møller, E., Pedersen, I. L. (1994). Field Work Traditions: Some notes based on the Copenhagen expierence. Acta Linguistica Hafniensis 27/1: 161-188. Jacobsen, J í L. (2012). Ærligt talt, who cares. Novus Forlag: 32-47, 51-55, 266-268. Sakel, J. & Everett, D. L. (2012) Linguistic Field Work. Cambridge. Cambridge University Press, kap. 6 og 7.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen