1425.15 - Ættarnavnafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1425.15
Heiti
Ættarnavnafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin fær holla vitan um ættarnavnafrøði frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Í hesum lestrarevni verður farið ígjøgnum eftirnavnagávuna frá elstu tíðum til í dag. Tað elsta var at skoyta -son ella -dóttir upp í faðirsnavn og við hvørt eisini móðurnavn. 30. mai í 1828 varð útgivin konglig fyriskipan, sum hevði tað við sær, at -sen-nøvn, sum tá vóru, gjørdust føst eftirnøvn. Í 1904 kom donsk lóg í gildi um navnabroyting. Hon gav heimild til at skifta ættarnavn. Í undirvísingini verður gjølla farið ígjøgnum faðirsnavnasøguna, ættarnøvnini serstakliga úr 19. og 20 øld, teirra bygnað, uppruna, skriftsnið o.s.fr., umframt ættarnavnalóggávu. Nomið verður eisini við millumnøvn umframt viðurnevni, sum ofta eru vorðin ættarnøvn.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Floksundirvísing og studentaframløga.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur studenturin • fingið holla ástøðiliga vitan um ættarnavnafrøði • fingið hollan kunnleika um ymiskar ættarnavngávuhættir • fingið holla vitan um viðurnevni • fingið holla vitan um millumnøvn • fingið holla vitan um ættarnavnalóggávu
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lisnar verða greinir og ritgerðir um ættarnavnafrøði.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen