1427.16 - Merkingarfrøði


Skeiðsnummar
1427.16
Heiti
Merkingarfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At veita grundleggjandi innlit í merkingarfrøði sum frøðigrein og í týðandi hugtøk, fyribrigdi og nútíðar ástøði í merkingarfrøði, soleiðis at tann lesandi lærir at meta um og nýta henda kunnleika í merkingarfrøðiligari viðgerð av merking í máli og meining í málnýtslu.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum er, hvussu merking kemur til orðanna í natúrligum máli, og fellur í ein ástøðiligan part, sum viðger og lýsir merkingarfrøði alment sum málsliga frøðigrein og gevur innlit í merkingarfrøðilig ástøði. Við hesum sum grundarlag verður hugt at sambandinum millum málsligar útsagnir (orð, orðingar og setningar) og ytri tilvísingar og hvussu hesin samanhangur verður miðlaður av hugtøkum. Støði verður tikið í føroyskum og tað verður lýst við greinum og ritgerðum, sum úr ymsum sjónarhornum viðgera merkingarfrøðilig fyribrigdi. Samanburðir verða eisini gjørdir við onnur mál. Hugt verður m.a. eftir, hvussu merkingar verða lýstar formliga, hvønn týdning merkingarfrøði hevur fyri aðrar málsligar frøðigreinar og hvussu mál verða brúkt til at samskifta ymsar merkingar í ymsum høpum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður mest skipað sum fyrilestrar og studentaframløgur av ymsum slag.
Læruúrtøka
Tann, ið hevur luttikið á skeiðinum, skal hava fingið grundliggjandi innlit í merkingarfrøði og skal: kenna og duga at brúka hugtøk og heiti í merkingarfrøði kunna gera greiði fyri, hvat ið eyðkennir merkingarfrøðilig sambond kunna gera greiði fyri muni millum merking og meining kunna gera greiði fyri samanheingi millum merking og sannleiksvirði hava innlit í viðurskiftini millum merkingarfrøði og aðrar málsligar tættir sum m.a. pragmatikk, leksikalskt ástøði, bendingarfrøði og setningafrøði vera før/ur fyri at nýta formlig háttaløg í greining av málsligari merking, íroknað tulking av samansettum orðingum vera før/ur fyri at lýsa og greina, hvussu menniskju handfara og gagnnýta ymisk merkingarlig og pragmatisk fyribrigdi í dagligum samskifti
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
• Mats Dahlhöf. 1999. Språklig betydelse: en introduktion till semantik och pragmatik. Studentlitteratur. • John Lyons. 1996. Linguistic semantics. An introduction. Cambridge University Press. • John I. Saeed. 2003. Semantics. Blackwell Publishing. • Anna Vogel. 2001. Språket, kroppen och tankarna. Introduktion till kognitiv semantik. Studentlitteratur. • Kristin M. Magnussen. 2014. Semantikkur. [kapittul um merkingarfrøði] • Harumframt breitt úrval av greinum og ritgerðum serliga um merkingarfrøði, men eisini pragmatikk og orðabókafrøði. Verður útflýggjað so hvørt.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen