1428.16 - Ritverkið hjá Steinbjørn B. Jacobsen


Skeiðsnummar
1428.16
Heiti
Ritverkið hjá Steinbjørn B. Jacobsen
ECTS
10
Fortreytir
BA í føroyskum. Møguleiki er eisini fyri at taka skeiðið sum stakskeið (sí námsskipanina).
Endamál
Studenturin skal ogna sær nágreiniligan kunnleika um ritverkið hjá Steinbjørn B. Jacobsen (1937-2012) og støðu tess í føroyskari bókmentasøgu. Eisini skal studenturin ogna sær neyvt innlit í almennar ástøðiligar og søguligar spurdómar viðvíkjandi hugtakinum høvundarverk.
Innihald
Eitt umboðandi úrval av tekstum úr ritverkinum hjá Steinbjørn B. Jacobsen verður lisið og viðgjørt. Alment ástøði og serástøði viðvíkjandi bókmentaligum ritverki verða umrødd, viðgjørd og sett í samband við tað kannaða ritverkið.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur av tilfari á lestrarlistanum. Umrøða um vald evnir viðvíkjandi ástøði, bókmentasøgu og tekstum eftir Steinbjørn B. Jacobsen. Venjingar, ið verða avgreiddar sum almenn framløgur munnlig, talgilt ella á prenti.
Læruúrtøka
Dyggur kunnleiki um og innlit í ástøði um ritverk sum hugtak. Yvirlitsvitan og djúptarvitan um heildareyðkenni og sereyðkenni í ritverkinum hjá Steinbjørn B. Jacobsen. Djúptarfatan av ávísum tekstum eftir Steinbjørn og førleiki at staðseta teir í ritverkinum og bókmentasøguliga. Kunnleiki um hugtøk og spurdómar í gransking av ritverkshugtakinum. Førleiki at miðla tann vunna kunnleikan og innlitið.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Ástøðiligir tekstir, í úrvali: Asdal, Kristin o.fl. 2008. Tekst og historie. Å lese tekster historisk. Universitetsforlaget. Oslo. Kittang, Atle. 1990. “Forfattarskap som studieobjekt. Nokkre ettertanker.” Historie tolkning tekst, tekst, tolkning historie. Odense Universitetsforlag.: 27-40. Bókmentatekstir: Úrval av yrkingum úr: Steinbjørn B. Jacobsen: Tinna og tám. Skaldsøgur: Hall og Kasta. Stuttsøgur: Á veg millum bygda Barnabøkur: m.a. Ryssubøkurnar, Grái steinur, Lítli Páll í Nólsoy Leikrit: Skipið Yrkisprosa: Brot úr Grund 1, 2.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir