1436.16 - Tvímæli (MA)


Skeiðsnummar
1436.16
Heiti
Tvímæli (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava lokið BA í føroyskum.
Endamál
At geva tær innlit og evni til kritiskt at arbeiða við tvímæli. Tú skalt skilja vísindatekstir um evnið og duga at arbeiða við tvímálsdata.
Innihald
Dentur verður lagdur á tvímæli alment og tvímæli í Føroyum. Tú fert at lesa um tvímæli í samfelagnum og tvímæli hjá tí einstaka.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður fyrilestrar og framløgur hjá tí lesandi. Spurningar verða settir til tekstirnar, og verður tosað um teir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skalt tú vera før/ur fyri at: • Lýsa ta føroysku tvímælisstøðuna og meta um hana • Nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið • Arbeiða við máldata og meta um ástøði og háttalag, sum hava samband við evnið • Greiða frá, hvat hendir, tá ið tvær mállærur eru virknar, og hvat úrslitið av eini málamótsstøðu er • Tosa um tvímæli við hóskandi málburði • Arbeiða sjálvstøðugt og at halda evstamørk Leita fram tilfar um evnið og kritiskt skifta orð um tað.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan: 30 minuttir munnlig próvtøka við 30 minuttum til fyrireiking.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Bøkur: Myers-Scotton, C. 2006. Multiple Voices. An Introduction to Bilingualism. Blackwell. Oxford. Petersen, H. P. 2010. The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact. Winter. Heidelberg. Umfram tað, verða ymiskar greinar lisnar. Pensum er uml. 800 normalsíður.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen