1444.17 - Nútíðarføroyskt (MA)


Skeiðsnummar
1444.17
Heiti
Nútíðarføroyskt (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking í føroyskum innan økið setningafrøði & málvariatión.
Innihald
Farið verður ígjøgnum kap. 5 í "Faroese. An Overview and Reference grammar" (2004; 2012) við serligum denti á setningafrøði. Aftur at hesum verða ymiskar greinar um evnið setningafrøði og málvariatión lisnar, og lesandi fær útflýggjað partar av handriti um føroyska setningafrøði á føroyskum. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær innlit í nýggjari og eldri gransking, og at lesandi skal skilja tað fakmál, sum er í greinunum og annars tí tilfari, lesandi fær útflýggjað.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Lesandi skal duga at arbeiða kritiskt við tí tilfari, hann/hon fær útflýggjað og meta um virði í tí, umframt duga at meta um og duga at brúka tilfarið í víðari arbeiði sínum við føroyskum. Hugsað verður tá um undirvísing, gransking og miðlan alment av evninum.
Próvtøkuháttur
30 min. munnlig próvtøka við 30 min. til fyrireiking.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Faroese. An Overview and Reference Grammar. H. Thráinsson, H. P. Petersen, J. í Lon Jacobsen & Z. S. Hansen. Føroysk mállæra II. Syntaks. H. P. Petersen (til í handritaformi). Aftur at hesum verða ymiskar greinar o.a. tilfar lisið. MA lesandi skulu geva upp uml. 800 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen