1446.17 - Kyn í norðurlendskum bókmentum eftir 1970 (MA)


Skeiðsnummar
1446.17
Heiti
Kyn í norðurlendskum bókmentum eftir 1970 (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Ogna sær ástøði um kyn og bókmentir og fáa gott innlit í samtíðarbókmentir í Norðurlondum.
Innihald
Lesa úrvaldar skaldsøgur á føroyskum og øðrum norðurlendskum málum og greina tær við hugtøkum úr kynjagranskingini.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing við studenta- og læraraframløgum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið duga studentarnir at • miðla vitan um samtíðarbókmentir • lýsa viðkomandi hugtøk kritiskt • nýta viðkomandi hugtøk í greiningini av lisnu skaldsøgunum • seta skaldsøgurnar í bókmentaligt høpi
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka við spurningi og framløgu. Studentarnir fáa tveir dagar at fyrireika eina framløgu á 30 min.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Suzanne Brøgger Koral. 2017. Karl Ove Knausgård Min kamp bd. 4. 2010. Niviaq Korneliussen Homo sapienne. 2014. Kristín Marja Baldursdóttir Óreiða á striga. 2006 (Ruðuleiki á lørifti. Før. 2015). Jóanes Nielsen Glansbílætasamlararnir. 2005. Madam Nielsen Den endeløse sommer. 2017. Sofi Oksanen Renselse. 2008. (Do. 2010). Og brot úr: Pierre Bourdieu Den maskuline dominans. 1999 (1998). Millenium – nye retninger i nordisk litteratur. Mads Bunch ritstj. Spring 2013. Nordisk kvindelitteraturhistorie. Over alle grænser 1990-2015.Ritstj. Anne-Marie Mai Marianne Stidsen Den nye mimesis. 2016. Feministiske tænkere. Ritstj. Dorte Marie Søndergaard. 2007.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir