1447.17 - Bókmentaligur kritikkur og ummæli (MA)


Skeiðsnummar
1447.17
Heiti
Bókmentaligur kritikkur og ummæli (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir ogna sær munagott innlit í ástøði um bókmentaligan kritikk og ummæli sum tekstslag. Tey mennast í at greina sjálvstøðugt, hvussu bókmentir verða lýstar, greindar og mettar í miðlahøpi.
Innihald
Viðkomandi evni og avbjóðingar innan bókmentakritkk og ummæli verða tikin upp til viðgerðar og kjak. Skeiðið fevnir eisini um søgulig og fagurfrøðilig ástøði og kriteriir fyri meting av bókmentum, soleiðis sum tey koma til sjóndar í miðlum. Eitt hóskandi úrval av ummælum verður lisið. Skeiðið hevur ein praktiskan part, har studentarnir skriva ummæli av nýggjum fagurbókmentum við møguleika fyri almannagering í bløðum, tíðarritum ella øðrum miðlum fyri eyga.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur, smá bólkaarbeiði og skrivivenjingar
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, duga studentarnir at • Greiða sjálvstøðugt frá ástøði um bókmentaligan kritikk og ummæli sum tekstaslag • Greina og meta kritiskt um bókmentakritiskar tekstir út frá viðkomandi ástøði • Lýsa, kjakast og meta um kriteriir fyri meting av bókmentum í føroyskum miðlum
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Grundbók: Norsk litteraturkritikks historie 1870-2010. Sissel Furuseth et al. Ritstj. Universitetsforlaget. 2016. Eitt úrval av ummælum, greinum og øðrum tekstum um bókmentaligan kritikk, ummælaraleiklutir og ummæli sum tekstaslag umframt eitt úrval av fagurbókmentum verða lisin. Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Paula Gaard