1870.09 - Setningafrøði


Skeiðsnummar
1870.09
Heiti
Setningafrøði
ECTS
10
Endamál
Endamálið við námsskeiðinum er, at studenturin nemur sær kunnleika til ymisk týðandi hugtøk, fyribrigdi og nútíðar ástøði í setningafrøði og lærir at nýta henda kunnleika í setningafrøðiligari viðgerð, at meta um og bera saman bygnaðarligar lýsingar av setningum.
Innihald
Hevur støði í tí kunnleika til setningafrøði, sum støðislesturin hevur givið. Setningafrøðilig próvførsla er grundliggjandi í hesum sambandi. Lisið verður í bókum og greinum, sum á ymsan hátt lýsa hesi ástøði. Við hesum sum grundarlag verður hugt at serliga føroyskari setningafrøði og samanburðir verða gjørdir, serliga við onnur norðurlandamál. Eitt nú verða spurningar um setningafrøðiliga kunnleikan hjá børnum og vaksnum tiknir til viðgerðar og hvønn leiklut íborin førleiki hevur í setningafrøðiligari tilognan.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við lærara- og studentaframløgum og studentarnir fáa partvíst høvi at seta sín dám á evnisvalið.
Próvtøkuháttur
Munnlig ella skrivlig próvtøka (6 tímar).
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður kunngjørdur seinni. Fyri fyrst verður víst á hesa lærubók: Santorini, Beatrice og Anthony Kroch. 2007. The syntax of natural language: An online introduction using the Trees program. Bókin er tøk á hesum netstaðnum: http://www.ling.upenn.edu/~beatrice/syntax-textbook.