1433.16 - Politiskt samskifti (MA)


Skeiðsnummar
1433.16
Heiti
Politiskt samskifti (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið útbúgving á BA-stigi ella samsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at gera studentarnar førar fyri at skilja, greina og loysa ítøkiligar spurningar um samskifti í politiskum samanhangi. Studentarnir fáa vitan um broytingarnar í politiskum samskifti seinnu árini, læra at gera mun á ymiskum sløgum av politiskum samskifti, fáa innlit í tær snildir, sum eyðkenna politiskt samskifti umframt innlit í leiklutin, sum politiskt samskifti hevur í fólkaræðinum í dag.
Innihald
Seinni mongu árini hava fólk fingið eyguni upp fyri tí ovurstóra týdningi, sum politiskt samskifti hevur havt og í alsamt størri mun fær í okkara samfelag – persóngjørt í áhuganum fyri sonevndum spunasmiðum og samskiftisráðgevum. Við støði í hesum verður á skeiðinum kanna, hvat politisk samskifti er, og hvat tað verður brúkt til. Arbeitt verður við ymiskum sløgum av politiskum samskifti (sjangrum), og ávísar hendingar av politiskum ella búskaparligum slagi verða kannaðar úr einum samskiftissjónarhorni. Grundarlagið undir greiningunum á skeiðinum eru viðkomandi ástøðiligar hugsanir um samskifti við serligum denti á politiskt samskifti.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing við fyrilestrum, venjingum, framløgum og kjaki. Undirvíst verður í miðal 3 tímar um vikuna, men undirvísingin verður í einstøkum førum løgd saman í størri eindir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið hava studentarnir: • fingið innlit í ymisku sløgini av politiskum samskifti • ognað sær vitan um og evni at greina serligar snildir í politiskum samskifti • ognað sær innlit í sambandið millum politiskt samskifti og politiskan journalistikk (uppií hesum leiklutin hjá fjølmiðlum) • ognað sær vitan um seinastu broytingarnar í politiskum samskifti og tann týdning, sum hesar hava havt fyri nútímans fólkaræði • ognað sær evni at skilja og viðgera spurningar um politisk samskifti í einum samfelagsligum og mentanarligum samanhangi
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin er fyribils, okkurt kann koma afturat, men hesi verk – ella brot úr hesum verkum – verða lisin: Nielsen, Mia Femø (red.) (2005). Spin, selvfremstilling og samfund. 359 p. Kjeldsen, Jens E. (2005). Retorikk i vår tid. 396 p. Heradsveit, Daniel & Tore Bjørgo (1988). Politisk Kommunikation. 151 p. Jønsson, Rasmus m.fl. (2001). Professionaliseringen af den politiske kommunikation. 134 p. Steen, Jens Jonatan & Reiter, Gry Inger (2015). Tag bladet fra munden. En introduktion til politisk framing. 181 p.
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen