1437.17 - Máltøka M1/M2 (MA)


Skeiðsnummar
1437.17
Heiti
Máltøka M1/M2 (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í máltøku, bæði fyrstu (M1) og aðru máltøku (M2). Tey lesandi fáa innlit í ástøði og kunnleika um, hvørjir tættir ávirka máltøku.
Innihald
Á skeiðinum fær studenturin innlit í ástøði innan fyrstu og aðru máltøku. Endamálið er at fáa innlit í máltøku hjá børnum og vaksnum, bæði viðvíkjandi samskifti, orðfeingi, úttalu og sosiala førleikanum, umframt hvussu vit meta um málsligar førleikar. Eisini lýsa vit, hvørjir tættir ávirka máltøku, og hugt verður m.a. eftir, hvønn týdning máltøka hevur fyri onnur viðurskifti. Støði verður tikið í føroyskum umstøðum, og eisini verður lýst, hvussu Norðurlond hava skipað økið.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak og studentaframløgur av ymsum slag.
Læruúrtøka
Tann, ið hevur luttikið á skeiðinum, skal hava fingið hollan ástøðiligan kunnleika í máltøku og skal: • kenna og duga at brúka hugtøk innan máltøku • kunna gera greiði fyri, hvønn týdning málsligir førleikar hava • hava innlit í viðurskifti, sum hava týdning fyri máltøku • kenna til hættir at meta um mál hjá børnum og vaksnum • vera før/ur fyri at lýsa, greina og meta um tættir, sum hava týdning fyri fyrstu og aðru máltøku • vera før/ur fyri at meta um máltøku í mun til føroysk viðurskifti
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen