1438.17 - Samfelagsmálvísindi (MA)


Skeiðsnummar
1438.17
Heiti
Samfelagsmálvísindi (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan)
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at kanna samanhangin millum málnýtslu og sosialar bólkar, málvariatión, mál og samleika, hugburð o.s.fr. Serligur dentur verður lagdur á málvariatión í óformligum samskifti.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum kann býtast sundur í tveir partar. Annar parturin er ein almenn ástøðilig innleiðsla í samfelagsmálvísindi sum vísindagrein, har ein partur snýr seg um háttaløg. Hin parturin snýr seg um at nýta ta ástøðiligu innleiðsluna sum grundarlag undir viðgerðini av málvariatión, serliga í føroyskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður tríggjar tímar um vikuna várhálvuna 2017. Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur og framløgur hjá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er at enda komið, hevur tann lesandi ognað sær førleikar á hesum økjum: • gott ástøðiligt innlit í samfelagsmálvísindi • vera førur fyri at síggja samanhang millum mál og samfelag • førleika at greina málnýtslu samfelagsmálvísindaliga • førleika at nýta samfelagsmálvísindalig amboð í arbeiði við føroyskum máli • skal vera før/førur fyri at gera samfelagsmálvísindaligar kanningar
Próvtøkuháttur
6 tímar skrivlig roynd. Til próvtøkuna er loyvt at hava alt tilfar frá undirvísingini, umframt orðabøkur við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin er fyribils. Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Hudson, R. 1999. Sociolinguistics (brot) Mæhlum, B o.o. 2008. Språkmøte. Innføring i sosiolingvistikk (brot) Mæhlum, B. 2007. Konfrontasjoner. Når språk møtes (brot). Jacobsen, J. í L. Samfelagsmálvísindi (óprentað handrit) Jacobsen, J. í L. Hví tosa vit viðhvørt – og snakka viðhvørt – um málvariatión í føroyskum. Í: Malunarmót, heiðursrit til Maluna Marnersdóttur s. 124-142 Jacobsen, J. í L. 2012. Álvaratos who cares (brot) Jacobsen, J. í L. 2011. Sproglig markedsøkonomi på Færøerne. Fróðskaparrit 59. bók. s. 75-86.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen