1449.17 - Fólkanavnafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1449.17
Heiti
Fólkanavnafrøði (MA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin fær holla vitan um fólkanavnagávu frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Tann elsti norrøni navngávuhátturin, sum vit kenna, er tilbrigdishátturin, t.e. at tvíliðað nøvn í t.d. eini ætt eru saman um ein og sama navnalið, meðan hin skiftir. Ein annar navngávuháttur er at lata nøvnini byrja við sama stavi, kallaður stavrímshátturin. Hesir báðir navngávuhættir verða lýstir. Viðgjørdur verður eisini ein annar vanligur navngávusiður so langt, ið søgur ganga frá, t.e. uppkallingin. Nortið verður við uppkallingarreglur og -siðir gjøgnum tíðirnar. Kunnað verður um, hvørja ávirkan kristnitøkan hevði á navnagávuna. Fleirnevnissiðurin verður lýstur umframt ta ávirkan, hann t.d. hevði á konufólkanøvnini. Aðrir siðir, sum tóku seg upp við fleirnevnissiðinum, verða eisini lýstir, t.d. uppkalling eftir fríggja-, sunnu- og álmanakkadegnum. Tvíburanøvn verða eisini viðgjørd. Kunnað verður um stuttnevni, kelinøvn og viðurnevni. Navnauppruni verður eisini viðgjørdur, og nøvnini verða bólkað í ymiskar navnaupprunabólkar. Kunnað verður um tær tríggjar føroysku fólkanavnalógirnar frá ávikavist 1992, 2002 og 2007. Kunnað verður um yrkisorð innan fólkanavnafrøðina, granskingarsøgu og -úrslit. Í tí sambandinum verða lisnar greinir og ritgerðir, sum viðgera hesi evni. Kunnað verður um fólkanavnaheimildir úr ymsum tíðarskeiðum, og studenturin skal læra at viðgera navnatilfar við støði í granskingarháttaløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Floksundirvísing og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur tann lesandi • fingið holla ástøðiliga vitan um fólkanavnafrøði • fingið hollan kunnleika um ymiskar navngávuhættir • fingið holla vitan um uppkallingarreglur og -siðir • fingið holla vitan um at bólka fólkanøvn í ymiskar navnaupprunabólkar • fingið vitan um føroyska fólkanavnalóggávu
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 4 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava: føroyskar orðabøkur og eina navnabók.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lisnar verða greinir og ritgerðir um fólkanavnafrøði.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen