1450.18 - Retorikkur í almennum kjaki (MA)


Skeiðsnummar
1450.18
Heiti
Retorikkur í almennum kjaki (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Staðið útbúgving á BA-stigi ella samsvarandi. Tað ber eisini til at taka skeiðið sum stakskeið (sí Námsskipan)
Endamál
Studentarnir ogna sær vitan um retorikk sum vísindagrein og læra at brúka retorikk sum háttalag og retorisk hugtøk sum amboð í greiningum av tekstum, samrøðum og kjaki.
Innihald
Lisnir verða ástøðiligir tekstir um retorikk og tekstir, ið eru væl egnaðir til retoriska greining. Byrjað verður við innleiðslu í grundleggjandi hugtøk í retorikki. Síðani verða hugtøkini brúkt í retoriskum greiningum av tekstum, røðum og t.d. kjaki í sjónvarpi. Tekstirnir, sum arbeitt verður við, ganga aftur til klassiskarar úr forngrikskari og rómverskari tíð, men serligur dentur verður lagdur á dømi úr nútíðini.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, lærara- og studentaframløgur, venjingar
Læruúrtøka
Studentarnir hava við skeiðslok ognað sær: • vitan um retorikk sum vísindagrein • vitan um hugtøk í retorikki og hvussu tey verða brúkt • vitan um ymisk sløg av retorikki í ymsum sløgum av teksti og í ymsum samskiftisstøðum • førleika at gera retoriskar greiningar • evni greinandi og kritiskt at meta um grundgevingar í samskifti • evni kritiskt og retoriskt greinandi at taka støðu til ymisk sløg av samskifti
Próvtøkuháttur
6 tímar skrivlig próvtøka
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin telur í alt um 800 síður. Grundbøkur: Jørgensen & Villadsen: Retorik – teori og praksis, 303 bls., (2009) Jørgensen & Onsberg: Praktisk argumentation, 144 bls. (1999/2006) - afturat hesum koma greinir og brot úr bókum, sum studentarnir fáa útflýggjað
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen