1452.18 - Málnýtsla og argumentatión (MA)


Skeiðsnummar
1452.18
Heiti
Málnýtsla og argumentatión (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin fær innlit í og lærir sjálvstøðugt at meta um, greina og lýsa málnýtslu og stíl á ymsum stigum og yrkisøkjum og førleikar og amboð at greina og meta um gildi í formligari og óformligari argumentatión.
Innihald
Við støði í viðkomandi ástøði um málnýtslu og argumentatión verður eitt úrval av munnligum og skrivligum tekstum greint við atliti at ymsum frøðiligum sjónarhornum, eitt nú politiskt mál, ítróttarmál, vísindaligt mál, fjølmiðlamál ella mál í undir-vísingartekstum. Vit møta argumentum og argumentatión í skrift og talu í politiskum orðaskifti, kjaki um etiskar spurningar ella í vísindaligum greinum av ymiskum slag. Men hvussu avgera vit, um argumentini halda og/ella hava gildi? Greind verða politisk orðaskifti, kjak um etiskar spurningar og vísindaligar greinir fyri at lýsa, hvussu vit avgera, um argumentini halda og/ella hava gildi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Læraraundirvísing og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, dugir tann lesandi: • sjálvstøðugt og kritiskt at nýta amboð at greina málnýtslu og argumentatión • at meta um og laga mál til ymsa nýtslu eftir móttakara og samteksti • sjálvstøðugt at greina og meta um gildi av argumentatión í skrift og talu • at seta greindan tekst í samband við lisið ástøði • at umrøða og meta kritiskt um málnýtsluástøði • at nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið • at eyðmerkja mismetingar og greina syllogismur
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava við: orðabøkur, uppgivið tilfar og tilfar, sum nýtt er í undirvísingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Wenche Vagle, Margareth Sandvik og Jan Svennevig. 2004. Tekst og kontekst. En innføring i tekstlingvistikk og pragmatikk. J.W Cappelens forlag. Copi, Irving M., Carl Cohen og Kenneth McMahon. 2014. Introduction to logic. Pearson Prentice Hall. Ib Ulbæk. 2005. Sproglig tekstanalyse – introduktion til pragmatisk tekstlingvistik. Hans Reitzels forlag. Henrik Møller. 2002. Grundbog i tekstlingvistik. Dansklærerforeningen. Yan Huang. 2007. Pragmatics. Oxford University Press. Anna Maria Lassen. 2012. Sprog i brug – sproghandlinger og kommunikation. Systime. Harumframt verða ástøðiligar greinir lisnar og dømi um ymsa málnýtslu gjøgnumgingin. Pensum: 800 normalsíður til samans av ástøðiligum teksti og hóskandi síðutal av tekstdømum.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen