1454.18 - Modernisma, heimsbókmentir og landafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1454.18
Heiti
Modernisma, heimsbókmentir og landafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At kanna sambandið millum stað/landafrøði og modernismu gjøgnum nýggja vísindaøkið heimsbókmentir. Studentarnir ogna sær vitan um, hvussu modernisman fær skap av sínum flytingum/ferðum land úr landi, heimspart úr heimsparti. Til tess at kanna rørileika modernismunnar verða hugtøk úr heimsbókmentum ('Geomodernism', 'Global Modernism' o.s.fr.) og landafrøðilig hugtøk brúkt sum greiningaramboð.
Innihald
Greinað verða høvuðsverk innan føroyska skaldsøgukanon. Greinar um miðstødd hugtøk verða lisnar, t.e. um modernismu, heimsbókmentir og modernismu-landafrøði. Við hesum amboðum verður víðkingin og sundurgreiningin av bókmentaligu modernismuni kannað. Serligur dentur verður lagdur á munin millum tað traditionelt formelt hugsaða modernismuhugtakið og heimsbókmentaligu tilgongdina til modernismuna, sum er opnari fyri alskyns samteksti: landafrøði og øllum tí, sum loðar upp við henni av mentan, tjóðskapi, politikki, religión o.s.fr. Í greiningunum verður dentur lagdur á kosmopolitiska samspælið millum tað lokala, tjóðskaparliga, regionala og globala.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærara- og studentaframløgur umframt bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Studentarnir hava við skeiðslok ognað sær førleika: • at miðla vitan um sambandið millum bókmentir, tjóð/stað og alheimsgerð • kritiskt at lýsa ymsar tilgongdir til modernismuhugtakið • kritiskt at nýta hugtøk innan modernismugeografiska gransking og heimsbókmentir • at seta víðkanina og sundurgreiningina av sjálvari modernismuni í heimshøpi • at lesa skaldsøgur og onnur tekstasløg við atliti at sambandinum millum modernismu og stað/landafrøði • at greina og miðla sambond millum tekst og samtekst í bókmentum við atliti at stað/landafrøði • at greina sambond millum bókmentir og alheimsgerð
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka við spurningi og framløgu. Studentarnir fáa eina viku at fyrireika eina framløgu á 30 min.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin telur í alt umleið 400 síður bókmentafrøði/ástøði + 5 skaldsøgur og 1 yrkingasavn Grundbók Bergur Rønne Moberg: Resten i Vesten. Verdenslitteratur i modernismens margin (Spring, 2014)
Ábyrgd
Bergur Rønne Moberg