1456.18 - Realisma og poesi í ritverkinum hjá Heðini Brú (MA)


Skeiðsnummar
1456.18
Heiti
Realisma og poesi í ritverkinum hjá Heðini Brú (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at fáa eitt yvirlit til vegar yvir ritverkið hjá Heðini Brú, vísa á samanspælið millum realistiska og poetiska prosa og umrøða ritverkið í føroyskari og norðurlendskari menta- og bókmentasøgu.
Innihald
Á skeiðnum verða úrvald verk og tekstir greinað við atliti at temum og skrivihátti. Lisin verða samtíðarverk úr øðrum londum, bókmentafrøðiligar greinir um realismu og poesi umframt bókmentafrøðiligar viðgerðir av ritverkinum og ummæli.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og uppgávur. Dentur verður lagdur á framløgu og orðaskifti.
Læruúrtøka
Tá skeiðið endar, duga studentarnir at • greina tekstir eftir Heðin Brú • greiða frá gongdini í ritverkinum • lýsa sambandið hjá tí við føroyskar, norðurlendskar og aðrar bókmentir • lýsa ástøði um realismu, poesi og um tekstsløg • duga at brúka hugtøkini í greining av skaldskapi eftir Heðin Brú • viðgera greiningar av ritverkinum kritiskt
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka við spurningi og framløgu. Studentarnir fáa 3 dagar at fyrireika munnliga framløgu (30 min.) við tilfari um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Lisnar verða í minsta lagi Fastatøkur, Feðgar á ferð og stuttsøgur úr Fjallaskugganum, Flókatrøllum og Búravninum og Tobacco Road eftir Erskine Caldwell.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir