1458.18 - Ættarnavnafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1458.18
Heiti
Ættarnavnafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin fær holla vitan um ættarnavnafrøði frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Í hesum lestrarevni verður farið ígjøgnum eftirnavnagávuna frá elstu tíðum til í dag. Tað elsta var at skoyta -son ella -dóttir upp í faðirsnavn og við hvørt móðurnavn. 30. mai í 1828 varð útgivin konglig fyriskipan, sum hevði tað við sær, at -sen-nøvn, sum tá vóru, gjørdust føst eftirnøvn. Í 1904 kom donsk lóg í gildi um navnabroyting. Hon gav heimild til at skifta ættarnavn. Í undirvísingini verður gjølla farið ígjøgnum faðirsnavnasøguna, ættarnøvnini serstakliga úr 19. og 20. øld, teirra bygnað, uppruna, skriftsnið o.s.fr., umframt ættarnavnalóggávu. Nomið verður eisini við millumnøvn umframt viðurnevni, sum ofta eru vorðin ættarnøvn
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Floksundirvísing og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur studenturin ● fingið holla ástøðiliga vitan um at greina ættarnavnafrøði ● fingið hollan kunnleika at meta um og greina ymiskar ættar- navnagávuhættir ● fingið holla vitan um at greiða frá viðurnevnum ● fingið holla vitan um at greiða frá millumnøvnum ● fingið holla vitan um at lýsa ættarnavnalóggávu
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lisnar verða greinir og ritgerðir um ættarnavnafrøði.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen