1459.19 - Cool Faeroensia. Ferðafrøði og mentanarferðavinna (MA)


Skeiðsnummar
1459.19
Heiti
Cool Faeroensia. Ferðafrøði og mentanarferðavinna (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At kanna hvussu mentan, list og gransking øðrumegin og ferðavinna hinumegin kunnu fáa gagn hvør av øðrum við støði í ferðafrøði og ‘Literary Tourism’ og við atliti at kreativiteti, innovatión og impact sum bindiliðum. Studentarnir ogna sær vitan um, hvussu mentanararvur saman við fremstu estetisku avrikum landsins kann verða brúktur sum ‘brand’ og ‘storytelling’ í føroyskari mentanarferðavinnu. Serliga verður hugt at, hvussu William Heinesen og Havnin kunnu ‘brandast’ sum ávikavist mentanarikon og ikonbýur. Ljós verður varpað á miðstaddar spurdómar innan ferðafrøði og mentanarferðavinnu sum burðardygd og ‘resilience’, virðir av peningaligum og ikki-peningaligum slag, alheimsgerð og autentisitet, modernitet og mentanararv o.a.
Innihald
Greind verða føroysk og donsk bókmentaverk, men eisini vitjanir á listasøvnum og fornminnissøvnum verða partur av greiningararbeiðnum. Greinir um miðstødd hugtøk innan ferðafrøði og ‘Literary Tourism’ verða lisnar saman við greiningum av ítøkiligum tekstum og fyribrigdum innan mentanarferðavinnu. Við hesum amboðum verða fatanir av mentanarferðavinnu í føroyskum og norðurlendskum høpi kannaðar við serligum atliti at ikonbýum sum Havnini, Odense og Vimmerby. Serligur dentur verður lagdur á appelkraftina hjá list og mentanararvi innan mentanarferðavinnu bæði í mun til ferðafólk og til menning av innanhýsis samleika.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærara- og studentaframløgur umframt bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Studentarnir hava við skeiðslok ognað sær førleika í: • At miðla vitan um sambandið millum bókmentir, list og mentanararv við serligum atliti at mentanarferðavinnu í smábýar- og oyggjahøpi. • Kritiskt at lýsa ymsar tilgongdir til burðardygd og ‘resilience’ umframt til tað, sum ofta verður fatað sum mótsetningar: alheimsgerð og autentisitetur, modernitetur og mentanararvur, peningalig og ikki-peningalig virðisskapan. • Kritiskt at nýta hugtøk innan ferðafrøði og ‘Literary Tourism’. • Kritiskt at greina sambond millum skaldskap, ‘branding’/’storytelling’. • Kritiskt at greina sambond millum savnsmentan, ‘branding’/’storytelling’. • At greina sambond millum ‘literary walks’, bókmentir og savnsmentan. • At greina mentanarferðavinnu sum nisjuferðavinnu (bókmentaturisma, gastroturisma, arkitekturisma o.s.fr.). • At seta mentanarferðavinnu í eitt alheimshøpi við atliti at oyggjasamfeløgum og sambondum millum tað lokala, nationala, regionala og globala.
Próvtøkuháttur
Samansett. Bundin, eina viku heimauppgáva + munnlig framløga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Grundbók: Cultural Tourism. Global and Local Perspectives. Ritstj. Greg Richards. The Haworth Hospitality Press, 2007
Ábyrgd
Bergur Rønne Moberg