1490.19 - Mentanarlig og samfelagslig ávirkan á mál (sjálvlestrarevni) (MA)


Skeiðsnummar
1490.19
Heiti
Mentanarlig og samfelagslig ávirkan á mál (sjálvlestrarevni) (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
At tann lesandi fær innlit í og lærir sjálvstøðugt at meta um, greina og lýsa málnýtslu í mun til mál, mentan og felagsligan samleika.
Innihald
Við støði í viðkomandi ástøði um samfelagsmálvísindi og málnýtslu verður eitt úrval av munnligum og skrivligum tekstum greint við atliti at ymsum frøðiligum sjónarhornum. Talan kann vera um neiligt ella jaligt andlit, fólkaligheit, beinleika (directness) og diskursgreining. Greind verða dømi um m.a. rós, umbønir og umberingar, móðurmál í mun til fremmandamál, samtalur millum familjulimir og/ella vinir.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður skipað sum sjálvlestrarevni, so tað samsvarar við 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur tann lesandi: • fingið hollan ástøðiligan kunnleika um málfjølbroytni innan ávís øki so sum tey omanfyri nevndu ástøðini um andlit, fólkaligheit, beinleika og diskursgreining • fingið innlit í munir millum málnýtslu hjá teimum, sum tosa sítt móðurmál, og teimum, sum tosa sítt annaðmál ella eitt fremmandamál • fingið førleika sjálvstøðugt og kritiskt at nýta amboð at greina ávísar málsligar gerðir og atburðir • lært og fingið venjing í at meta um ymisk málslig drøg og hvussu tey kunnu avspegla (sam)felagsligar brigdlar • lært at seta greindan tekst í samband við lisið ástøði • lært at hugsa og meta kritiskt um háttaløg og ymisk ástøði • lært at nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið • fingið fatan av málfjølbroytni í mentanarligum og samfelagsligum ljósi
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava við: føroyskar orðabøkur, uppgivið tilfar og tilfar, sum er nýtt í sjálvlestrinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Spencer-Oatey, Helen. 2008. Culturally Speaking Culture, Communication and Politeness Theory. Cornwall: Continuum Trosborg, Anna. 1995. Interlanguage Pragmatics. Requests, Complaints and Apologies. Berlin: Mouton de Gruyter Harumframt verða ástøðiligar greinir lisnar, harav nakrar eru um háttalagskritikk. Eisini verða greinar lisnar við dømum um málfjølbroytni úr ymsum samfelagsligum og mentanarligum sjónarhornum. Pensum: 800 normalsíður tilsamans av ástøðiligum teksti um málnýtslu og hóskandi síðutal av tekstdømum.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen