1812.96 - Norrønt


Skeiðsnummar
1812.96
Heiti
Norrønt
ECTS
22
Endamál
Skeiðið skal geva eitt yvirlit yvir forníslendskar bókmentir við serligum denti á fornsøgurnar, ið fevna um tekstsløg sum kongasøgur, biskupasøgur, íslendingatættir, íslendingasøgur, fornaldarsøgur og riddarasøgur.
Innihald
Lestrarevnið snýr seg um forníslendskar frásagnarbókmentir í leysum máli, tær sonevndu fornsøgurnar - um uppruna, frásagnareyðkenni og stíl teirra og um lut og týdning teirra í okkara skaldskapi og bókmentasøgu. Skeiðið skal geva eitt yvirlit yvir forníslendskar bókmentir við serligum denti á fornsøgurnar, ið fevna um tekstsløg sum kongasøgur, biskupasøgur, íslendingatættir, íslendingasøgur, fornaldarsøgur og riddarasøgur. Lisin verður Færeyinga saga, ið ymist verður flokkað millum kongasøgur og íslendingasøgur. Dømi um ymsar greinir av íslendingasøgum verða lisin: skaldasøgur (Egils saga), fornligar ættadeilusøgur (Vígja-Glúms saga), klassiskar ættadeilusøgur (Njáls saga) og yngri íslendingasøgur, kappasøgur (Grettis saga, Bárðar saga Snæfellsás). Eisini verður dømi um íslendingatættir lisið (Auðunar báttr vestfirzka). Av fornaldarsøgum verður lisin Vølsunga saga og av riddarasøgum Partalópa saga. Íslendingasøgurnar verða lisnar á norrønum í útgávuni Íslenzk Fornrit. Tað ber til at hava føroyska týðing við hondina, tí søgurnar eru allar útgivnar á føroyskum. Vølsunga saga og Partalópa saga verða lisnar í útgávuni íslendingasagnaútgáfan. Skeiðið heldur fram til várs í 1997. Nærri lýsing av hesum partinum fæst seinni á deildini. Lærarar: Jóhan Hendrik W. Poulsen og Turið Sigurðardóttir.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna heystið 1996 og várið 1997
Próvtøkuháttur
3-viku bundin heimauppgáva ella frí heimauppgáva.
Lestrarlisti
Fyribils bókmentalisti: "Íslendingasögur" í: Kulturhistorisk lexikon for nordisk middelalder, bd. VII, bls. 492-513. København 1962. Íslensk bókmenntasaga, bd. I og II, ritstj. Vesteinn Ólason o.a. Reykjavík 1992 og 1993. Jónas Kristjánsson: Eddas and Sagas, Reykjavík 1988. Norsk litteratur i 1000 ár, Fidjestøl o.a. (Kap. 1), LNU. Bergen 1994. Preben Meulengracht Sørensen: Fortælling og ære. Studier i islændingesagaerne. Aarhus 1992.
Ábyrgd
Jóhan Hendrik Winther Poulsen