1813.96 - Týðing og málrøkt


Skeiðsnummar
1813.96
Heiti
Týðing og málrøkt
ECTS
22
Endamál
Studentarnir fáa innlit í føroyska týðing og týðingarsøgu.
Innihald
Við støði í bókum og ritum um týðingarfrøði verður kunnað um føroyska týðingarsøgu. Í tí sambandi verður farið gjølla ígjøgnum vald dømi úr týddum føroyskum bókmentum frá fyrstu tíð til okkara dagar í samanburði við samsvarandi tekstir á frummálunum. Eisini verður mett um úrslit, tá ið týtt hevur verið úr øðrum máli enn frummálinum. Tá verður frumteksturin eisini havdur til samanburðar. Eisini verða dømi tikin fyri um týðing úr føroyskum til onnur mál, tá helst danskt. Dømt verður um orðabókaogn okkara og -tørv til hesi endamál. Studentar fáa høvi til í venjingum at royna týðingarkynstur sítt. Høvi kann vera til at fáa kønar týðarar at siga frá royndum sínum. Í sambandí við týddu dømini, sum kannað verða, verður mett um tann lut, sum týðing hevur havt í føroyskari málmenning, m.a. hvussu nørt hevur verið um orðfeingið av teimum avbjóðingum, sum týðingarstøðan hevur sett, og ætlað verður um, hvussu hepnast hevur. Kunnað verður um norðurlendska og føroyska málrøktarsøgu, serstakliga við atliti at háttalag í orðasmíði. Nakað verður kannað eftir støðuni hjá smátjóðamálum andsýnis árinum frá heimsmálum og málum hjá hjálandaveldum. Evnið málvistfrøði verður eisini tikið til umrøðu. Í tí høpi verður nomið við fyrimunir og vansar við tvímæli og margmæli.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna vár og heyst 1997.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 8 tímar ella frí heimauppgáva.
Lestrarlisti
Viggo Hjørnager Pedersen: Oversættelsesteori. Samfundslitteratur. 3 udg. [Kbh.] 1987 Heimir Pálsson og Höskuldur Þráinsson: Um þýðingar. Iðunn. Reykjavík 1988 Joshua A. Fishman: Reversing Language Shift. Multilingual Matters 76. Clevedon, Avon 1991 Lars S. Vikør: Språkplanlegging. Prinsipp og praksis. Novus forlag. Oslo 1988
Ábyrgd
Jóhan Hendrik Winther Poulsen